Við bátinum vestur í Mykines henda dagin, vit eru við, eru eisini tvær ungar gentur. Tað er lætt at halda, at her er talan um tvey ferðafólk, men heldur eru hetta tvær gentur, sum búgva og arbeiða í Mykinesi. Tær koma báðar úr Íslandi, og eru tær báðar, Hana og Inga, starvsfólk í Kristianshúsi, sum er eitt gistingarhús í Mykinesi.
Uppgávurnar hjá teimum báðum eru nógvar, og tær fáast bæði vit at gera mat, reingerð og taka sær sum heild av so at siga øllum á gistingarhúsinum.
Tað er gjøgnum Nord-Job, at hesar báðar eru endaðar í Mykinesi, hóast hetta ikki var meiningin upprunarliga, men tær eru als ikki keddar av, at tær endaðu í Mykinesi. Tað eru eisini tær báðar, sum hava givið okkum bæði nógv og gott at eta, hesar dagarnar vit hava verið í Mykinesi. Tær eru eisini vorðnar ein partur av bygdamyndini í Mykinesi, sum er rættiliga sermerkt.
Ætla at vera verandi
Nú summarið av álvara er farið at halla, so merkir tað eisini, at virksemið úti í Mykinesi verður munandi skerst. Hetta fær eisini fylgjur fyri tær íslendsku genturnar. Tað var í sínari tíð eitt íslendskt flogfar, sum datt niður í Mykinesi, men hesar dagar, mugu tær báðar verða at rokna sum kendastu íslendingarnir í Mykinesi.
Tað er eisini vøkur orð, sum hesar báðar genturnar hava at geva Mykinesi og mykinesmonnum.
-Vit elska at vera her. Fólkið er sera fitt, og vit fáa eisini møguleikan at hitta nógvum spennandi fólki, siga tær báðar.
-Vit ætla at vera verandi í Føroyum, og vit hava søkt um at sleppa umborð á Næraberg, siga ein teirra.
Tær eru úr Rekjavík og Akureyri, men hava havt tað ótrúliga gott, so tær vera bara verandi, siga tær.