Nibe: Brian McFadden var stóra stjørnan á Nibe Festivalinum, sum hevur verið seinastu dagarnar. Hóast nógvir kendir danskir bólkar spældu á festivalinum, so var áhugin heilt serligur fyri teirri írsku poppstjørnuni.
Forvitin pressufólk, smílandi børn, skríggjandi gentur og lunkaðir menn vildu øll sleppa fram at Brian McFadden, og var hann í nánd av fólki, var neyðugt at hava vaktarmenn rundan um hann, so at hann ikki varð skræddur sundur.
McFadden spældi við sínum egna bólki á Nibe Festivalinum, og framførslan var góð. Hann spældi sangir av sínari seinastu útgávu ? sangir sum Real To Me, Almost Here, Irish Son og Demons ? og hann treiv eisini í nakrar av teimum kendu sangunum hjá Westlife, har McFadden í nógv ár var ein av sangarunum.
Ein tápuligur írí í húgvu
Framførslan hjá Brian McFadden í Nibe byrjaði eitt sindur varisliga, men hann spældi seg av álvara heitan. Eitt skemtingarsamt írskt lyndi skein ígjøgnum, tá ið hann tosaði um veðrið, seg sjálvan og áhoyrararnar.
? Tú mást verða ein tapuligur íri fyri at ganga í einari húgvu í dag, segði McFadden um seg sjálvan, meðan hann kundi síggja fleiri túsund lættklødd fólk lurta eftir sær í tí brennandi sólskininum.
Bólkurin hjá McFadden spældi og sang væl, og sangirnir, sum McFadden hevur skrivað sjálvur og saman við øðrum, standa seg væl á eini slíkari poppkonsert. Tað er ein annar broddur í tónleikinum hjá honum, enn tað er hjá Westlife, men tann fangandi og melodiøsi poppurin er á onkran hátt í familju, hóast tónleikurin hjá McFadden ikki er so poleraður sum hjá Westlife.
Gav sær tíð til føroyingar
Eftir framførsluna hitti Brian McFadden onkrar fjepparar, sum høvdu fingið møguleikan at práta við hann, og hann tosaði eisini eina løtu við fjølmiðlafólk.
Tá ið tey føroysku fjølmiðlafólkini sloppu fram at McFadden, gav hann sær serliga góðar stundir til at tosa og svara spurningum. Fyrikomandi og fryntligur gav hann sær tíð til at práta, hóast hann mundi havt fingið onkrar av spurningunum meira enn einaferð áður.
? Orsøkin til, at eg gavst í Westlife var, at alt skuldi snúgva seg fyrst og fremst um Westlife. Familja, vinir og alt annað kom í aðru røð, og tað vildi eg ikki meira. Nú eri eg nógv meira fríur og fái betur familju og arbeiði at passa saman.
? Um eg ikki havi hug at spæla eina konsert ávísan dag, so spæli eg ikki. Soleiðis var ikki í Westlife, tí har vóru vit so nógvir sangarar, og vit kundu ikki avgera nakað sjálvir.
? Nú koma familja og vinir í fremstu røð, og so kemur tónleikurin. Tað er ein stórur munur á hesum, og tá tónleikurin kemur fram um alt annað, sigur Brian McFadden.
Eisini størri ábyrgd
Í meira enn seks ár var Brian McFadden við í bólkinum Westlife, sum hevur verið eitt stórt navn í nógvum pørtum av heiminum. Teir hava selt fleiri enn 30 milliónir fløgur, og hittini hava verið nógv í tali.
Men hvat er so størsta tónleikaliga broytingin við at vera við í einum slíkum bólki og at spæla solo.
? Tá tú hevur fimm sangarar í einum bólki, kanst tú lýta eitt sindur á hinar, og tú kanst fjala teg eitt sindur, um tú hevur hug til tað. Men tað er eisini møguleiki fyri at blíva dovin og líkasælur, tá ið tú bara ert ein av fimm sangarum.
? Nú tá ið eg havi mín egna bólk liggur nógv meira á mær. Eg skal skriva sangir, syngja teir á konsert og vera í fokus alla tíðina. Men tað gevur mær eisini nógv fleiri møguleikar at gera, sum eg vil, og tað er bæði spennandi og krevjandi, sigur McFadden.
Ger upp við uppvøksturin
Sangirnir á fyrstu soloútgávuni hjá McFadden eru sera persónligir. Løgini hevur hann gjørt sjálvur og saman við øðrum, men tekstirnar hevur hann skrivað út frá upplivingum, sum hann hevur havt í lívinum.
? Tá ið eg skrivaði sangirnar, hugsaði eg ikki um at skriva sangirnar til fólk. Eg setti meg niður at skriva mínar søgur, og tí blivu sangirnir so persónligir. Hvør einasti sangur er ein hending í lívinum hjá mær ? alt frá tí katólska uppvøkstrinum til alkohol, harðskap og kærleika.
Á sanginum Irish Son syngur McFadden um uppvøksturin hjá sær, og tónin er eitt sindur beiskur. Hann syngur um tann írska sonin í barnaskúlanum, og hvussu hann varð noyddur niður á knø,
? Sangurin er um katólska skúlan, sum eg gekk á, og hvussu teir skúlarnir eru. Tá ið eg fór at ferðast við Westlife, kundi eg uppliva nýggj lond og nýggjar mentanir ístaðin fyri altíð at fáa at vita, hvat eg skuldi trúgva og gera.
? Í Írlandi verður tú noyddur at trúgva á Gud og katólismuna, og eg hevði ynskt mær, at eg sum barn og ungur fekk eina meira opna bók, so eg sjálvur kundi funnið mína trúgv, tí tá ið alt kemur til alt, so er trúgvin persónlig. Eg trúgvi á Gud, men eg trúgvi ikki á alt tað, sum katólsiman áleggur fólki ? og eg rokni heldur ikki við, at tað er tað, sum Gud vil.
Nýggir persónligir sangir
Brian McFadden skrivar nú sangir til eina nýggja fløgu, og á konsertini í Nibe spældi hann eisini onkran spildurnýggjan sang.
? Sangirnir hjá mær verða framvegis persónligir, men kanska fari eg at krógva mínar søgur eitt sindur betur. Á fyrstu fløguni hjá mær eru sangirnir sera erligir og opnir, og tað er eingin ivi um, hvat teir snúgva seg um, men kanska verður tað ikki so lætt við teimum nýggju sangunum, sigur hann.
Fyrsta fløgan hjá McFadden kom út í fjør, og hann hevur havt fleiri hitt av hesari útgávu. Fyri kortum kom nýggja stakfløgan Demons, og hann hevur júst verið á einari drúgvari konsertferð í Bretlandi.
Næstu tíðina verður tað eitt sindur minni við konsertum, og í heyst skal hann fyrst og fremst hugsa um at skriva nýggjar sangir til útgávuna, sum væntandi kemur næsta ár.
Spentur til Føroyar
Í august mánaði skal Brian McFadden spæla á Summar Festivalinum í Klaksvík, og tað verður ein púra nýggj uppliving fyri hann.
? Eg veit, at Føroyar liggja langt norðan fyri Írland, og eg havi hoyrt, at allir føroyingar hava írskt blóð, so mær dámar Føroyar longu nú. Tit eru øll írar, nei, kanska eru vit allir føroyingar, sigur hann og flennir.
? Eg havi verið í næstan øllum londunum í heiminum, men eg havi ongantíð verið í Føroyum. Og um fólk í Føroyum vilja hoyra mín tónleik, so vil eg eisini spæla fyri teimum. Tað hevur einki at siga, hvussu stórt ella lítið eitt land er. Eg vil fegin sleppa til Føroyar at spæla.
Skuldu halda brúdleyp í Føroyum
Brian McFadden ger stuttan steðg í Føroyum, men hann fær hóast alt eini tveir dagar í Føroyum.
? Ætlanin var faktiskt, at vit skuldu verða í Føroyum í tríggjar dagar, tí ljóðteknikarin hjá mær skuldi giftast. Hann ætlaði sær at giftast í Føroyum, og so skuldu vit allir spæla í smoking í Klaksvík, men brúdleypið er avlýst, so vit koma bara til Føroya fyri at spæla, sigur McFadden.
? Tað er gott at kunna uppliva nýggja støð og nýggj fólk. Eg eri sera spentur at koma til Føroyar, tí tað er eitt sindur stuttligari at koma til nýtt land, har tú ikki veitst, hvat tú skalt vænta tær, heldur at fara til tey somu støðini umaftur og umaftur.
- - -