Fimm broytingar vóru á liðnum hjá B36 í mun til hálvfinaludystin móti EB/Streymi mikukvøldið. Mikkjal Thomassen og Alex dos Santos vóru báðir úti við leikbanni, og síðani vóru Herbert í Lon Jacobsen, Bergur Midjord og Hanus Thorleifsson allir úti við skaðum.
Hetta gav pláss fyri nýggjum andlitum, og ein teirra, sum annars ikki hevur spælt so nógv í ár, men byrjaði inni sunnudagin, var Bogi Hermanssen.
- Jú, tað var deiligt at vera við aftur. Hetta er fyrsti dysturin, eg byrji inni í ár, og hetta er eisini hægri støðið enn tað, eg havi spælt á í ár, sigur Bogi Hermanssen.
Ungu leikararnir stóðu seg eisini væl, og Bogi Hermanssen er nøgdur við, at lið hansara fekk javnleik.
- Um vit hugsa um, hvussu nógvar mans vit máttu vera fyri uttan, og soleiðis sum dysturin annars tók seg út, so eru vit bara nøgdir við úrslitið.
Úrslitið merkir, at B36 framvegis er á triðja plássinum, og er eitt stig framman fyri KÍ á fjórða plássi. KÍ er eisini mótstøðuliðið í steypafinaluni og tað merkir, at teir fyri so vítt einans skulu hugsa um NSÍ í kappingini um evropeiska luttøku, og tað ætla teir eisini at gera.
- Vit skulu bara hava tvey stig aftrat, so hava vit tryggja okkum luttøku í Evropa, og tað fara vit at stremba eftir, sigur Bogi Hermanssen at enda.