Vit eru eingin discountbanki

Brøðurnir Peter og Jan Otto Holm, ið eru ætt­að­ir úr Fugla­firði, hava gingið hond í hond, líka síðani teir skrivaðu høvuðs­upp­gávu saman á Handilsháskúlanum í Keyp­mannahavn. Í dag starvast teir báð­ir hjá Kaupthing Bank – annar stjóri og hin íløgustjóri – sum júst er vorðin vinn­u­lívs­banki í Føroyum

Teir eru fryntligir á at líta, báð­ir tveir, brøðurnir Jan Otto Holm og Peter Holm, og tað er ikki sørt, at tað er rørandi, so væl teir hava sitið um sátt við hvønn annan líka síðani tey heilt ungu lestrarárini í Keyp­manna­havn. Tað var nevniliga eis­ini í hesum árum, at teir báð­ir traðkaðu sínar vinnuligu barn­a­skógv­ar við síðuna av lesn­að­i­num. Meðan teir báðir lósu somu læru­grein á Hand­ils­há­skúl­a­­num í Keypmannahavn, og vóru saman um at skriva høv­­uðs­­upp­gávu, so komu báð­ir eisini at arbeiða innan somu grein­ar í danska pen­ing­a­stovn­i­num Bikuben Bank (seinni kall­að­ur BG-Bank).
Men nú standa aðrar av­bjóð­­ing­ar fyri framman hjá 38 ára gamla Peter og 36 ára gamla Jan Otto, sum í dag eru ávik­a­vist stjóri og íløgustjóri í Kaup­thing Bank. Bankin hev­­ur nevniliga tikið enn eitt stig longur fram á leiðini til at gerast ein veruligur pen­ing­a­stovnur í Føroyum. Tó avmarkar Kaupthing seg fram­veg­is til vinnukundar, tað veri seg innlán og útlán, og ikki priv­at­ar kundar. Men er talan um íløgur, so vendir bankin sær bæði til vinnukundar og priv­atar persónar.
Vit hittu brøðurnar Holm í stás­i­ligu hølunum hjá Kaup­thing í Bókbindaragøtu í Havn til eitt prát, nú bankin hev­ur lagt seg enn meiri út í kapp­ing­ina við hinar føroysku pen­ing­a­stovn­ar­nar.

Bankamarknaðurin         er broyttur
Peter: fer føroyska vinnulívið at fáa fyrimunir av øktu kapp­ingini millum føroysku lán­veit­ar­ar­nar?
- Bankamarknaðurin er broytt­ur nógv seinastu tíðina til fyr­i­muns fyri kundarnar. Eg hugsi ikki, at tað ber til at aft­ur­vísa, at samanhangur er ímillum hesa broyting, og tað at vit komu á marknaðin í 2000, heldur Peter Holm fyri.
So tilboðini til vinnulívið eru vorð­in betur, síðani tit komu á markn­að­in?
- Tú sært í øllum førum nakr­ar meiri dynamiskar bankar. Eg skal ikki siga, at vit hava ær­una av øllum, men at vit hava við­virkað til tað, ivist eg onga løtu í, leggur hann afturat.
Hann torir tó ikki at spáa um, hvussu tingini fara at menna seg í framtíðini.
Eru útlit fyri, at vinnan fer at fáa bíligari lán?
- Ætlanin er ikki, at vit skulu fara at kappast um prís. Kapp­ing­in um at læna pengar í Før­oy­um hevur verið, og er fram­veg­is, rættiliga hørð. Bara at kappast um prís heldur ikki í longd­ini. Mátin vit arbeiða upp á er at veita eina sera skjóta og dygdargóða tænastu, sigur Pet­er Holm.
Vil tað siga, at Kaupthing legg­ur seg ikki eftir at vera bíl­ig­ast?
- Vit hava ongantíð verið ein discount-banki, og tað koma vit heldur ikki at vera í fram­tíð­ini, siga brøðurnir báðir við ein munn.
Hóast bæði Føroya Banki, Før­oya Sparikassi og Kaup­thing hava havt hampuliga stór yvirskot seinastu árini, so heldur Peter Holm ikki, at tey hava verið so stór kort­ini samanborið við nógv­ar útlendskar bankar. Men at pláss kortini er fyri bæði Føroya Banka, Før­oya Sparikassa, Norðoya Spar­i­kassa, Suðuroyar Sparikassa, og Kaupthing Bank, tað ivast Pet­er Holm onga løtu í.

Bæði innlán og útlán
Kaup­thing hevur, sum vituligt er, longu lænt føroyskum vinn­u­lívi hópin av peningi. Sam­an­lagt er talan um á leið hálv­a­aðru milliard krónur í útlánum. Har­aft­ur­at hevur bankin staðið fyri sølu og einskiljingum av føroyskum fyritøkum, og nevn­ast kunnu Vesturvón, Fiska­virk­ing, og Krúnborg. So ei undur í, um onkur spyr, hvør munurin er á núverandi støðu hjá Kaup­thing í Føroyum og henni framm­an­und­an.
Peter og Jan Otto greiða frá, at meðan Kaupthing fyrr veitt lán gjøgnum móðurbankan í Ís­landi, so virkar Kaupthing nú sum ein veruligur vinnubanki í Føroyum við innlánum eins væl og útlánum. Hetta merkir samstundis, at tænasturnar verða betri, og kundarøktin kem­ur meiri í hásætið.
- Til teir kundar, sum vit ofta geva lán til, tað veri seg luta­fígg­ingar, fíggingar av bygn­ing­um og fíggingar av skipum, kunnu vit nú veita eina dagliga bank­a­tænastu. Samstundis verð­ur nógv smidligari at veita lán beinleiðis gjøgnum bankan í Føroyum enn gjøgnum móð­ur­bank­an í Íslandi, greiðir Peter Holm frá.
Spurdur um Kaupthing ætl­ar at leggja dent á serlig sløg av lánum ella tænastum, sum skilja seg frá tí, ið hinir pen­i­ng­a­stovn­ar­nir veita, svarar Peter Holm noktandi.
- Vit hava ikki í hyggju at leggja okkum eftir serstøkum økj­um, men vilja halda á fram at kappast við hinar, eins og vit hava gjørt higartil, sigur hann.
Í hesum sambandi skoytir Jan Otto upp í, at tá tað kem­ur til íløguøkið, so vendir Kaup­thing sær ikki burturav til vinnukundar, men eisini til priv­at­fólk, sum ynskja at gera í­løg­ur í virðisbrøv.
- Vit vilja bjóða øllum pot­en­t­i­ell­um íløgukundum okkara tæn­ast­ur, líka mikið um tað er ein einkultpersónur ella ein juri­disk eind, sum til dømis eitt part­a­felag, sigur Jan Otto.
Sostatt vendir Kaupthing sær bert til vinnulívið, tá tað kem­ur til innlán og útlán, men tá tað kemur til íløgur vendir bank­in sær til øll.

Fyrstir við íløgutænastum
Jamen, kann Kaupthing nakað, sum hinir lánveitararnir í Før­oy­um ikki kunnu?
- Tað veit eg ikki, men vit hava í øllum førum víst, at vit eftir einum góðum ári (síð­ani Kaupthing byrjaði at veita vinnulán umvegis ís­lendska móðurbankan, blaðm.) hava fingið ein markn­að­ar­part á 20-25 prosent av vinnulánsmarknaðinum í Før­oy­um. So nakað hava vit gjørt rætt, men júst hvat tað er, kann vera torført at siga, held­ur Peter Holm.
Hóast Kaupthing longu nú, umvegis móðurbankan í Íslandi, hevur fingið ein rím­u­liga stóran part av køkuni í Før­oy­um, so er Peter Holm ikki nøgd­ur.
- Tað er ikki nakað ókent fyr­i­brigdi, at um tú fyrst byrjar at verða nøgdur, so blívur tú dov­in, og so ert tú liðugur, sig­ur Peter Holm.
Jan Otto Holm letur ongan iva vera um, at Kaupthing hev­ur slóðað veg fyri hin­um peningastovnunum á íløg­u­øki­num. At hinir eru komnir aft­an­á og eru farnir at gera tað sama, tulkar hann sum, at Kaupthing hevði fatur á rætta end­a­num frá byrjan av.
- Vit vóru teir fyrstu í Før­oyum við ymsum tænastum. Vit vóru teir fyrstu sum burt­ur­av vendu okkum til kundar, sum ynsktu at gera øðrvísi íløg­ur enn at seta pengar á bók, og vit vóru eisini teir fyrstu sum byrjaðu at gera tær hall­tryggj­aðu íløgurnar, sum tað nú er so nógv fokus er á, sigur hann.
Ert tú ikki bangin fyri, at tit verða yvirhálaðir at hinum.
- Nei, als ikki. Eg trúgvi upp á okkara dygdir, og eg eri als ikki bangin fyri kapping, tvørt­ur­í­móti er tað bara gott, leggur hann afturat.
Men heldur ikki á íløg­u­øki­n­um ætlar Kaupthing sær at vera discount-banki, men kort­ini ivast Jan Otto ikki í, at teir vera kappingarførir.

Burtur við antitrust-lóg
Eitt sunt og væl rikið vinnulív er ein fortreyt fyri, at lán­veit­arar eisini kunnu vinna pening, og tí fylgir stjórin á Kaupthing við gongdini á hesum øki.
Væntar tú, Peter Holm, at vit koma at síggja eitt meiri fjøl­broytt vinnulív í Føroyum í fram­tíð­ini?
- Tað vóni eg. Vit koma helst at síggja eitt meiri dynamiskt vinn­u­lív við einum meiri dyn­am­isk­um eigaraskara. Teir nógvu virkishandlarnir, vit hava sæð seinastu tíðina, eru heilt av­gjørt eitt gott heilsutekin. Al­samt størri krøv verða sett til nýggju eigararnar um renting av eginpeningi, og tað haldi eg er sunt, sigur Peter Holm
Men fer tað ikki at gerast ov tungt hjá nýggju eigarunum at for­renta eginpeningin, tá teir seta seg í so nógv størri skuld, enn gomlu eigararnir gjørdu?
- Eingin sigur, tað skal vera so lætt, men teir nýggju eig­ar­ar­nir skulu duga betri enn teir gomlu. Og at teir nýggju eig­ar­arnir, hvør í sínum lagi, seta størri krøv til sín sjálvs er nakað, sum vil gagna øllum sam­fel­ag­num sum heild, held­ur Peter Holm.
Peter Holm er ikki feg­in um, at broytingin í lóg­ini um vinn­uligan fisk­­i­skap, sum verður løgd fyri tingið í næstum, setir stórar avmarkingar fyri samanleggingum av fisk­i­loyv­um. Hetta kallar hann fyri ant­i­trust-lóg.
- Hesar forðingar fyri sam­an­legg­ing­um seta fiskivinnuna í eitt land­bún­að­ar­líkn­andi støði, har hvør bóndi hev­ur sín garð. Hetta er ikki gott, tí fyritreytin fyri at fáa sum mest burturúr fiskivinnuni er, at ríkidømið verða gagn­nýtt­ir á mest effektivan hátt, og tað vísir seg, at tess størri eind­ir­nar eru, tess betri eru tær førar fyri at vinna pening, si­g­ur Peter Holm.
Hann heldur ikki, at mið­savn­an av fiskiloyvum í sær sjálv­um er av tí ónda.
- Eg síggi tað ikki sum nakra nátt­úr­u­r­lóg, at ein og hvør føroyingur skal kunna fáa eitt fisk­i­loyvi. Um málsetningurin er at býta fiskatilfeingið út á nakrar smáar eindir, so fáa vit ikki gagn av teimum fyri­mun­um, sum stórrakstur hevur, held­ur stjórin í Kaupthing.

Pilka ov nógv við smálutir
Peter Holm heldur, at føroyskir pol­it­ikarar hava lyndi til at blanda seg ov nógv í smálutir hjá vinnulívinum, samstundis sum teir hugsa ov lítið um tær stóru linjurnar – ella karmarnar – sum vinnan upp á longri tíð skal virka undir.
- Tað er umráðandi at skapa støð­ug­ar politiskar karmar fyri vinn­una. Politikarar hava ringt við at halda fingrarnar burtur, har teir burdu latið vera við at pilka við. Her hugsi eg serliga um antitrust-lógina, sum nú er kom­in á tingborð, sigur hann.
Er nakað gott at siga um vinn­u­politisku karmarnar í Før­oyum?
- Ja, har fekst tú meg. Tað er altíð lættari at finnast at enna at rósa. Men tá vit nú eru inni á hesum, lat meg so nevna partafelagsskattin. Tað er sera positivt, at part­a­felags­skatt­ur­in er lutfalsliga lágur, og ynsk­i­ligt hevði verið, um henda gongd­in hevði hildið fram. Á tann hátt kunnu vit draga út­lendsk virkir hendanvegin at gera íløgur í okkara landi, sigur Pet­er Holm.
Part­afelagsskatturin er í løt­uni 18 prosent. Er tað ikki rím­u­ligt, at vinnan eisini lyftir sín part av skattabyrðuni?
- Jú avgjørt!
So er eitt mark fyri, hvussu nógv partafelagsskatturin kann lækka?
- Tað er eisini ein spurn­ing­ur, hvat tú vilt við part­a­fel­a­gs­skatt­inum. Vilt tú draga fremmandar íløgur hend­avegin, so skulu vit hava nakrar­ fyrimunir, sum okkara grann­a­lond ikki hava, sigur hann.
Samanumtikið heldur Peter Holm tað vera av alstórum týdn­ingi, at vinnan fær støð­ug­ar karmar at virka undir, og at tað ikki altíð verður lóggivið hvørja ferð, okkurt smávegis er á vási. Og hann skilir fram­vegis ikki, hvat endamálið er við antitrust-lógini hjá Fisk­i­mála­rá­ðn­um.
Men sum virkandi vinn­ulívsmaður innan fíggjarheimin til­lag­ar hann og Kaupthing seg til teir givnu karmar, sum poli­ti­k­ar­ar­nir seta.
So­leiðis er tað!

Fakta um Petur:
38 ára gamal, lærdi fyrst í Sjóv­innu­bankanum, og tá hann varð liðugur í 1989 fór hann at lesa data­logi og búskap á Hand­­­ils­­há­skúlanum í Keyp­­mannahavn. Eftir 3 ár fór hann und­ir cand. merc. innan finansiering og roknskap, har hann kom at skriva høvuðsuppgávu sam­an við Jan Otto.
Meðan Peter las, ar­beiddi hann í Bikuben Børs, fyrst sum edv-mað­ur og síðani sum láns­bræv­a­grein­ari. Í 1995 flutti hann aftur til Føroyar og fór at starvast í Føroya Banka, til hann í 2000 gjørd­ist stjóri í Kaupthing, sum júst tá byrjaði virð­­i­s­­bræv­­­a­mekl­ara-virksemi í Før­oyum.
Tá Jan Otto kom til Før­oya í seinnu helvt av 90-unum gjørd­ist hann fíggjarleiðari hjá Trygg­ing­ar­fel­ag­num Føroyar. Hann byrj­aði eisini hjá Kaupthing í 2000, har hann nú er íløg­u­stjóri.

Fakta um Jan Otto:
36 ára gamal, traðkaði sín­ar fyrstu vinnuligu barn­askógvar í UniBank og Bikuben, meðan hann las á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn. Har byrj­aði hann at lesa matematikk og búskap í 1990, og eftir 3 ár tók hann, eins og bróðurin, cand. merc. innan fin­an­s­i­ering og roknskap og gjørdist liðugur í 1995. Meðan hann las ar­beiddi hann parttíð í børs-deildini hjá Unibank – UniBørs kallað. Hann fór síðani í Bikuben, sum seinni kom at eita BG-Bank, har bróð­ur­in hevði ar­beitt. Har var Jan Otto láns­bræv­a­grein­ari.
Tá Jan Otto kom til Før­oya í seinnu helvt av 90-unum gjørdist hann fíggjarleiðari hjá Trygg­ing­ar­fel­ag­num Føroyar. Hann byrj­aði eisini hjá Kaupthing í 2000, har hann nú er íløgu­­stjóri.