Vit eru fegnir

- Eg eri ikki heilt nøgdur, men vit eru heilt víst fegnir um, at tað aftur eydnaðist at fáa stig.

Tað staðfestir Heðin Askham, annar av venjarunum. Hann sigur, at tað er sjáldan at føroysk landslið standa seg so væl.

- Vit stóðu einki aftan fyri mótstøðuna. Vit spældu væl, og høvdu fingið fult, um vit vóru meira hepnir. Men nú hugsa vit um dystin mikudagin móti Letlandi, og tað verður ikki ein lættari uppgáva enn hendan, sigur Heðin Askham, venjari, sum rósti áskoðarunum fyri dyggan stuðul.