Vit eru í eini syndarligari støðu

Tey vita, hvar tað er, at ketan loypur av og tey heita inniliga á politiska myndugleikan um at gera nakað við tað

Í løtuni er støðan tann, at 166 børn og ung standa á bíðilista at sleppa fram at hjá Barna- og ungdómspsykiatriini í Føroyum. Tað sigur felagið, Sinnisbati, í eini fráboðan.

 

Tey halda, at tað er ein syndarlig støða, vit eru í tá ið so nógv børn og ung standa á bíðilista. Og saman við øllum hesum børnum og ungum eru sperdar familjur og onnur avvarðandi. Har er eisini skúlin og lærarar, sum stúra fyri næmingunum, og har er ítróttarfelagsskapurin, har tann, sum er ússaligur, kanska ikki kann vera við longur, og har eru vinfólk hjá barninum og tí unga, sum ikki skilja, hvat er á vási.

 

Men so spyrja tey í Sinnisbata, hvar tað er, at ketan loypur av. Men tey hava sjálvi svarið, tí tey siga, at grundin til støðuna er, at tað manglar fíggjarlig játtan til økið, so at fakfólk sleppa til arbeiðis at útgreina børnini og tey ungu, sum standa á tí langa bíðilistanum, og sum eru okkara dýrabarasta tilfeingi.

 

Sinnisbati heitir tí staðiliga á politiska mynduleika at játta hesa fígging, ongantíð ov skjótt, tí tey staðfeta, at skjót hjálp er besta hjálp, tá ið vit tosa um psykiatriskar trupulleikar

 

Lat okkum, sum eru landið, ið er ein úrmælingur í at basa koronu, eisini verða heimsmeistari í at hava eina barna- og ungdómspsykiatri, har eingin hongur á einum bíðilista eina løtu ov leingi, leggja tey afturat.

 

– Vit byggja tunnlar og menna okkara samferðslukervi, og tað er gleðiligt og gott fyri Føroyar. Hetta kostar milliónir, og í nøkrum føri milliardir, og okkara politiska skipan himprast ikki serliga nógv við at fara undir hesar risa verkætlanir. Vit vilja heita á tykkum, sum taka politiskar avgerðir, og kunnu játta tann pening, sum skal til á psykiatriska økinum, um at sýna somu vælvild, sum víst verður á samferðsluøkinum, sigur Sinnisbati.

 

Og tey leggja afturat, at felags fyri bæði økini er, at í longdini spara íløgurnar seg fleirfaldað inn aftur.