- Vit eru ov óneyvir allan vegin ígjøgnum, bæði í verju og álopið. Vit gera sera nógvar feilir í fyrra hálvleiki, og hetta hendir, júst tá vit hava eina tvey ella trý mála leiðslu. Í staðin fyri at vit fara enn longur fram um, so fáa teir okkum aftur. Í seinna hálvleiki koma teir ov lætt til skot, og verjan saman við málmanninum er ikki nóg góð í dag, staðfesti Ingi eftir dystin.
Ingi og hansara liðfelagar fingu tó eina hjálpandi hond frá bæði Kyndli og H71, so sjálvt um teir ikki vunnu ímóti Neistanum, so eru teir tó klárir til finaluna.