Tað er ikki rætt, at miðbýurin í Havn er steindeyður!
Tað staðfestir Bogi Andreasen, býráðslimur í Havn, og samskipari í Reinsarínum.
Nú nógv kjak er um miðbýin í Havn, er yvirhøvur semja um, at miðbýurin er steindeyður, og at okkurt má gerast fyri at fáa lív í hann.
Men Bogi Andreasen er grundleggjandi ósamdur, og hann heldur, at vit eiga at ansa eftir, hvussu vit umrøða miðbýin.
- Soleiðis sum vit altíð tosa um miðbýin, eru vit sjálvi við til at skapa eina mýtu um, at har er onki lív í, heldur hann.
Hann heldur, at alt tað negativa prátið er ikki bara við til at skapa eina mynd í høvdinum á fólki av, at miðbýurin er steindeyður.
- Vit mugu ansa eftir, at vit ikki drepa miðbýin við berum negativum práti, eisini fyri at stuðla uppundir handilslívi í býnum sigur hann.
- Handilslívið hevur brúk fyri, at vit tosa positivt um miðbýin,
Hann nevnir, at tað eru ein ørgrynna av skeinkistøðum, kaffistøðum, samkomuhúsum, ungdómshús, tjóðpallur, Hotell, Miðlahús, umframt at kommunan sjálv skipar fyri tiltøkum. - Og tað er alt innanfyri einar 500 metrar í miðbýnum, leggur hann afturat.
Hann sigur, at bara í Reinsarínum vóru 355 tiltøk í eitt ár frá 1. oktober í 2014 til 1. oktober í 2015. Sostatt eru tiltøk í Reinsarínum at kalla hvønn dag, og gongdin hevur verið tann sama síðani.
Bogi Andreasen sigur, at tað er rætt, at tað er ikki so nógv fólk at síggja uttandura, men hann heldur, at tað er av teirri einføldu, og nátúrligur orsøk, at tað er ofta so ringt veður í Føroyum, at tað er sjáldan, at tað er uttanduraveður.
- Men tað merkir ikki, at onki fólk er í býnum. Tað er fult at fólki, men tey eru bara innandura, sigur Bogi Andreasen.
Á síðsta býráðsfundi í Havn, var miðbýurin enn einaferð til umrøðum og tá hevði Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevndini hjá Tórshavnar Býráð, hug at taka undir við Boga Andreasen.
- Tað oman eftir Áarvegnum, at tað kann tykjast eitt sindur deydligt, men annars hendir nógv í miðbýnum, heldur hon.