­ Vit eru til reiðar at fara undir samráðingar

Bert tað, at eitt uppskot um bygnaðarbroytingar á Landssjúkrahúsinum er komið, er besta tekin í fleiri ár. Útlitini hava ikki verið so bjørt áður, og tí vóna vit, at broytingarnar nú gerast veruleiki, sigur Jóhan Petur Davidsen, formaður í Serlæknafelag Føroya

Fyri umleið tveimum mánaðum siðan varð uppskot um bygnaðarbroytingar á Landssjúkrahúsinum sendar ymsu starvsbólkunum á stovninum.

Jákup Mørkøre, sjúkrahúsleiðari hevur gjørt uppskotið, og heitti á m.a. yvirlæknarnir um at gera viðmerkingar til ætlanina.

Jóhan Petur Davidsen, yvirlækni og formaður í serlæknafelagnum,sigur við Sosialin, at felagið svaraði sjúkrahúsleiðaranum aftur beinanvegin, og gjørdi vart við nøkur viðurskifti, sum skuldu fáast í rættlag, áðrenn broytingarnar vóru gjørdar, og tað er nú í lagi.

Samráðst hevur verið við Almanna og Heilsumálastýrið, fyri at faa partar av sáttmálanum upp á pláss viðvíkjandi starvinum sum leiðandi yvirlækni, ið skal setast av nýggjum.


Positivar samráðingar

­ Samráðingarnar hava verið ógvuliga positivar, og vit hava undirskriva eitt skriv, sum í innihaldi er karmur um leiðandi yvirlæknastarvið, sigur formaðurin í Serlæknafelagnum.

­ Í veruleiknum er hetta fyrstu ferð,at vit eru komin so langt, at vit hava fingið yrkislært støði undir setanarviðurskifti, sum er ein starvslýsing.

Eisini hevur Serlæknafelagið samráðst við lønardeildina í Fíggjarmálastýrinum. Tað hevur gingið væl, og er felagið nú til reiðar at fara víðari.

­ Nú liggur bólutin hjá Jákup Mørkøre, sjúkrahúsleiðara og Almanna og Heilsumálastýrinum.

Jóhan apetur Davidsen er sera væl nøgdur við, at arbeiðið hevur gingið so væl higartil, og vónar at bygnaðarætlanin verður sett í verk skjótast til ber.

­ Hvussu dámar tær uppskotið um bygnaðarbroytingarnar?

­ Nú er tað ikki okkara uppgáva at siga, hvussu bygnaðarbroytingarnar skulu vera.Tað er uppgáva hjá sjúkrahúsleiðaranum at fáa skipað. Vit skulu bert medvirka til, at fáa arbeiðsviðurskiftini í rættlag. Tað er umráðandi at fáa gjørt, og tað er í evstu løtu.


Stórt framstig

­ Tí er tað eitt stórt framstig at uppskotið er komið, sigur Jóhan Petur Davidsen, sum tó ikki vil gera viðmerkingar til innihaldið í uppskotinum, tí felagið er í einari samráðingarstøðu í løtuni.

Spurdur um nær bygnaðarbroytingarnar skulu setast í verk, sigur formaðurin í Serlæknafelagnum, at hann hevur hoyrt tos um, at gongd skal fáast á málið í ár.

­ Okkara fyrireikingararbeiði er gjørt. Nú e r tað upp til arbeiðsgevara okkara at føra bygnaðarbroytingarnar víðari. Vit eru til reiðar, sigur Jóhan Petur Davidsen.