Vit eru væl fyri at taka ímóti einum bakkasti

Ongastaðni í Evropa er arbeiðsloysið so lágt sum tað er í Føroyum

Avlopið í fjør var nógv minni enn tað var í 2019, men kortini eru tey rættiliga væl nøgd við úrslitið. Tað sigur Magni á Deild Olsen, stjóri í Als, nú árið hjá Arbeiðsloysisskipanini er gjørt upp. Eftir at arbeiðsloysið var alsamt minkað seinastu árini, kvinkaði tað eitt lítið sindur upp eftir aftur í fjør. Í fjør var arbeiðsloysið 1,5 prosent í miðlan og tað er nakað hægri enn í 2019, tá arbeiðsloysið var 1,1 prosent í miðal.

 

Talið á fólkum, sum vóru rakt av arbeiðsloysið, fór úr 399 í miðal í 2019, upp í 546 í miðal í fjør. Arbeiðsloysið í Føroyum er kortini sera lágt, og tá ið árið í fjør varð gjørt upp, kundi staðfest, at fyri áttanda ár á rað var arbeiðsloysið í Føroyum tað lægsta yvirhøvur í Evropa. Noreg er tað Norðurlandið, har arbeiðsloysið annars er lægst og har var tað fimm prosent við árslok í fjør og í Føroyum var tað 1,3 prosent.

 

Annars hevði Arbeiðsloysisskipanin 37,1 milliónir í avlopi í fjør. Tað er væl minni, enn tað var árið frammanundan, men høvuðsorsøkin er, at tann fyrsti hjálparpakki kostaði ALS 128,5 milliónir. Annars settu inngjøldini til Als met í fjør, tí tey vóru tilsamans 253,2 milliónir og tað eru átta milliónir meiri enn í 2019.

 

Tilsamans vóru gjøldini úr Als tilsamans 206 milliónir krónur, og tá eru útreiðslurnar til koronu-hjálpina tald við. Í fjør var útgjaldið av vanligum arbeiðsloysisstuðuli var 77,5 milliónir og tað eru 26 milliónir meiri enn í 2019.

 

Als sigur, at í fjør vóru inngjøldini 47,1 milliónir størri enn gjøldini vóru til arbeiðsloysisstuðul við koronu-hjálp og øllum. Í 2029 vóru inngjøldini 193,9 milliónir hægri enn útgjøldini.

 

Als sigur eisini, at talið á starvsfólkum minkaði eisini triðja árið á rað og í fjør vóru trý ársverk færri í umsitingini í Als enn tað vóru í 2019. Men lønirnar hækkaðu 2,2 milliónir, men tað er tí at starvsfólkini arbeiddu mest sum nátt og dag fyri at tryggja øllum teimum sløku 5.000 fólkunum, sum vóru í serligu korona-skipanini, lønarískoyti rættstundis.

 

Somuleiðis er tað alsamt bíligari at reka ALS og í fjør vóru rakstrarkostnaðirnir fýra milliónir og tað er ein millión minni enn árið fyri. Tað er ein sparing upp á 20 prosent. 

 

Rakstrarkostnaðirnir í 2020 vóru teir lægstu síðani 1995, og samanborið við rakstrarkostnaðirnar hjá donskum a-kassum, er Als væl bíligari enn donsku a-kassarnir at reka, sigur Als.

 

Úrslitið í fjør ber í sær, at nú eigur 895 milliónir og fíggjarliga er Als fíggjarliga væl fyri at standa ímóti bakkøstum, sum kunnu koma, sigur Magni á Deild Olsen í tíðindaskrivinum.