Vit fara at blanda okkum upp í alt

Formaðurin í Miðflokkinum sigur, at tey skilja ikki eitt orð av støðuni hjá øðrum flokkum

##med2##

 

Verður eitt umboð fyri Miðflokkin valt á Fólkating, fer tað at blanda seg upp í øll viðurskifti. Tað ger Jenis av Rana, formaður floksins púra greitt í sending á FM1. Hann sigur, at verður eitt umboð fyri Miðflokkin valt á fólkating, verður tað eitt krav frá flokkinum, at tað umboðið fer til arbeiðis á jøvnum føti við allir hinir fólkatingslimirnir.

 

Eitt nú harmast Jenis av Rana um, at spurningurin um fosturtøku er ikki á skrá á Fólkatingi og tað er eitt mál, eitt umboð fyri Miðflokkin hevði reist á Fólkatingi. Hann sigur, at Fólkatingið er in møguleiki, vit hava og tann møguleikan skulu vit brúka til fulnar, sigur formaðurin í Miðflokkinum.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr meiri um, hvørjar hugsanir Jenis av Rana hevur gjørt sær um arbeiðið á Fólkatingi.