- Eg eri fegin um framgongdina, og eg eri fegin um, at vit varðveita annan fólkatingssessin.
Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum fegnast um, at seinasta veljarakanningin, Fynd hevur gjørt fyri Sosialin, og sum er kunngjørt í blaðnum í dag, vísir, at Javnaðarflokkurin varðveitir annan fólkatingssessin hjá føroyingum.
Gongdin hjá Javnaðarflokkinum hevur verið skiftandi síðani seinasta fólkatingsval. Á valinum fekk hann 21 prosent av atkvøðunum og annan fólkatingssessin. Í eini veljarakanning, Fynd gjørdi fyri Sosialin í apríl, hevði hann eitt risaframstig, og fekk heili 28,8 prosent av atkvøðunum. Í nýggjastu veljarakanningini, sum varð almannakunngjørt í Sosialinum í gjár, hevur hann mist nakað aftur, og fær nú 24,6 prosent, men varðveitur kortini annan fólkatingssessin
Men formaðurin í Javnaðarflokkinum ávarar ímóti at seta seg upp afturá.
Javnaðarflokkurin dregur frá Tjóðveldi, verður hendan veljarakanningin samanborin við seinasta fólkatingsvali. Men síðani seinastu veljarakanningina í apríl, hevur Tjóðveldið havt, framgongd, samstundis sum at Javnaðarflokkurin hevur afturgongd og sostatt er munurin ímillum flokkarnir tornaður, - altso verður bara hugt eftir veljarakanningunum.
Og Aksel V. Johannesen sigur, at tey eru fullgreið yvir, at Tjóðveldi andar í nakkan á einum Tí ætlar Javnaðarflokkurin at brúka hesar seinastu átta dagarnar til fulnar fyri at varðveita leiðsluna.
- Vit eru greið yvir, at vit kunnu ikki slaka í, men mugu koyra á, heilt til valið er liðugt, sigur Aksel V. Johannesen.