POLITIKKUR
Henrik Old er formaður í vinnunevndini í Løgtinginum og framsøgumaður í fiskivinnumálum fyri Javnaðarflokkin.
Hann væntar, at uppskotið hjá Tjóðveldisflokkinum um at selja fiskiloyvi á uppboði verður trupul at praktisera, men vísir á, at hann sjálvandi ikki hevur sæð uppskotið enn.
Hann vísir á, at sum er hava skipini eitt 10 ára loyvi, og at hetta verður trupult at taka frá teimum. Henrik Old vil vera við, at tað var Tjóðveldisflokkurin heitti á táverandi fiskimálaráðharra at taka loyvið frá Jógvan S, tí annars skuldi hetta fáa avleiðingar fyri viðkomandi landsstýrismann. Hetta kostaði sum kunnugt landskassanum 2,6 milliónir.
Henrik Old undrast eisini á, at hetta upskotið kemur frá Tjóðveldisflokkinum.
- Teir hava sitið við buktini og báðum endum og átt allar møguleikar at gjøgnumført hatta, sigur Henrik Old, og heldur fram, at Tjóðveldisflokkurin var við til at gera núverandi skipan.
- Ein maður var ímóti hasum, tað var Heini O. Heinesen, men hann var trumlaður niður av sínum egnu, sigur Henrik Old.
Javnaðartingmaðurin heldur, at um fiskiloyvi verða seld á uppboði, fer útjaðarin í Føroyum ongan fisk at fáa.
- So kunnu til dømis Hvalba og Vág bara pakka saman, sum hann tekur til.
Tann sterkasti vinnur
Henrik Old heldur, at ein slík skipan fer at miðsavna, og tað verða tey, sum mest brúk fyri fiski, tey størstu virkini og ta størstu skuldina, sum fara at kunna keypa.
- Hevur tú 230 milliónir í skuld, er tað klárt, at bankin fer at játta lán til fiskidagar ella loyvi, so ksuldin kann gjaldast aftur. Tað verður tann sterkasti, sum vinnur. Tað fíggjar ikki ein kjaftur eitt skip, sum ikki hevur loyvi, sigur ein bersøgin Henrik Old.
Eins og Anfinn Kallsberg, sigur hann seg stúra fyri, at útlendskur kapitalur fer at gera seg galdandi gjøgnum føroyskur strámenn, hóast tað eisini kann koma fyri undir núverandi skipan.
- Er hetta ringt, so verður tað verri, heldur formaðurin í vinnunevndini.
- Vit fara ongantíð at ganga við til at taka frá teimum smærru virkjunum, sigur Henrik Old, og vísir á, at avleiðingin verður, at so fara tey stóru virkini einsamøll at avgera prísin, tí tey kunnu avtala hann innanhýsis. Henrik Old sigur seg hava avreitt uttanlands í meira enn 35 ár og kennir líknandi dømi aðrastaðni.
- Vit skulu hava uppboðssølu av fiski, ikki av loyvum. Vit vilja ikki taka grundarlagið undan teimum smáu, tí so verða tað teir við størst skuld, ið sleppa at keypa, sigur Henrik Old.