Vit fegnast um, at virkið er opið aftur

- Hetta er gott fyri felagið, men tað er ikki minni gott fyri tey, sum aftur hava fingið arbeiði á saltfiskavirkinum, sigur Harry Benjaminsen, sum er formaður í Tofta Arbeiðarafelag

Tað var tíðliga í desember í fjør, at fiskavirkini á Toftum, Runavík, Vestmanna, Vági og í Havn lótu aftur. Hetta hendi eftir, at Faroe Seafood, sum átti og rak hesi virki, varð sent skiftirættinum.
Eftir at partafelagið frá 16. februar 2011 keypti fýra av hesum fiskavirkjum og seks ísfiskatrolararnar, sum Faroe Seafood átti, loystu skipini skjótt aftur, og fiskavirkið í Runavík læt eisini nokso skjótt uppaftur.
Virkið í Vági varð selt, og virkið í Vestmanna hevur leingi ligið í eini óvissu.
Í kortunum lá leingi, at nýstovnaða felagið fór at lata saltfiskavirkið á Toftum uppaftur. Men sum tíðin er gingin, er tað tó eydnast partafelagnum frá 16. februar 2011 bara at lata virkið í Runavík uppaftur.

Leigusáttmáli
Í summar hevur rakstrarfelagið hjá partafelagnum, sum framvegis eigur saltfiskavirkið á Toftum, Faroe Origin, gjørt leigusáttmála við Vaðhorn, sum rekur saltfiskavirkið á Hulki á Strondum, um leigu av virkinum á Toftum.
Fyri 4-5 vikum síðan kom spakuliga lív í aftur á virkinum á Toftum, og nú rekur Vaðhorn hetta virksemi eisini.
Harry Benjaminsen, formaður í Tofta Arbeiðarafelag, fegnast um, at nakrir av limum felagsins, sum áður arbeiddu á virkinum, nú aftur eru slopnir til arbeiðis á saltfiskavirkinum.
- Steðgurin hevur verið so langur, at hugsandi er, at onkur hevur funnið sær annað arbeiði, men vit fegnast um, at tey, sum hava bíðað eftir at sleppa til arbeiðis aftur á virkinum, nú hava fingið arbeiði aftur. Hetta er gott fyri felagið, men tað er ikki minni gott fyri tey, sum høvdu sítt dagliga yrki á saltfiskavirkinum.
Hann vísir á, at tað eru limir í felagnum á Toftum, sum arbeiða aðrastaðni, eins og tað eru limir í øðrum feløgum, sum arbeiða á Toftum.
- Bygdirnar við Skálafjørðin liggja so tættar, og stutt er at koyra ímillum, so tað er náttúrligt, at arbeiðsfólk arbeiða í økinum hjá hvørjum øðrum.

Hoyrist lítið
Vit spurdu eisini Harry Benjaminsen, hvussu arbeiðsstøðan er hjá verkafólki í økinum, sum hann varðar av.
- Eg haldi, at flestu av limum okkara hava arbeiði. Vit hoyra í hvussu er millum lítið og einki um, at limir ganga arbeiðsleysir. Tað vil altíð vera soleiðis, at onkur orsøk er til, at ikki øll eru í vinnu, leggur hann aftrat.
Harry arbeiðir sjálvur hjá Landingarmiðstøð Føroya á Toftum, har tvey landingarlið á umleið 20-25 mans tilsamans eru knýttir at landingini.
- Tá mest er at gera, kann viðhvørt standa á at finna fólk, og tað kemur meiri enn so fyri, at onkur fiskimaður, sum er heima, verður biðin at landa, sigur formaðurin í Tofta Arbeiðarafelag.
Harry Benjaminsen fegnast annars um, at so mikið av virksemi er í økinum, at flestu limir hansara hava eitt arbeiði at fara upp til.
- Jú, her er nógv virksemi í økinum, og okkara limir eru ikki ringast fyri í so máta. Vit fegnast um hvørt eitt einasta arbeiðspláss, leggur formaður í Tofta Arbeiðarafelag aftrat.