Føroyingarnir, sum skipaðu fyri Frigg, tónleikastevnuni í Kongens Have í Keypmannahavn um vikuskiftið, er væl nøgdur.
- Samanumtikið fingu vit ein góðan start, sigur Hans Petur í Brekkunum, sum var ein av fyriskiparunum.
Hóast Frigg mátti taka dystin upp við bæði veður og vind - og finaluna í evropisku sangkappingini, vóru eini 2500-3000 fólk á Frigg, og tað heldur fyriskiparin, er møktandi.
- Vit hava lagt ein langtíðarætlan og vit halda, at vit fingu ein góðan start, sigur hann. Men trýst á pílin undir myndini og hoyr, hví Frigg væntandi verður flutt næsta ár. |