Føroyska matstovan KOKS, sum í fjør gjørdist fyrsta føroyska matstovan, ið fekk eina Michelin-stjørnu, varðveitir stjørnuna í eitt ár aftrat. Tað bleiv staðfest á hátíðarhaldi í Keypmannahavn í dag, tá Michelin kunngjørdi hvørjar matstovur fingu nýggjar stjørnur í ár.
Sum siðvenja er, so vistu starvsfólkini í KOKS ikki, um tey varðveittu stjørnuna fyrr enn á hátíðarhaldinum í dag, men høvuðskokkurin Poul Andrias Ziska væntaði kortini ikki, at tey mistu hana.
- Hetta er øgiliga deiligt. Sjálvandi vónaðu vit ikki at missa hana, men væntaðu heldur ikki at fáa eina aftrat tað. So vit fingu tað, ið vit komu eftir, sigur Poul Andrias Ziska, ið er í Keypmannahavn í samband við handanina.
Tað var kortini ikki heilt uttan nervar, at Poul Andrias Ziska sat til handanina í dag og fylgdi við hvussu stjørnurnar blivu handaðar.
- Tað er altíð ein spenningur. Michelin dugir øgiliga væl at skapa hendan spenningin og skapa hesa óvissuna um hvør fer at missa og hvør fer at fáa. Teir eru serfrøðingar á tí økinum, so sjálvandi hevði man onkrar nervar. Men eg royndi at hugsa so logiskt sum møguligt, og helt ikki, at tað var grundarlag fyri at vit mistu stjørnuna, sigur Poul Andrias Ziska.
Hóast høvuðskokkurin ikki hevði væntað, at KOKS fekk eina stjørnu aftrat í ár, so útilokar hann ikki, at hon møguliga fer at koma seinni.
- Tað hevði verið fantastiskt at fingið eina aftrat. Tað er vert at hava í huga, at nakrar av teimum matstovunum, ið hava tvær stjørnur koyra sama stíl sum vit, hóast tað aldrin verður heilt tað sama, tí vit koyra á tað føroyska. Men eins og vit hyggja tær burtur frá fínum silvurborðbúnað og hvítum dúkum, ið er tað, ið man hevur sett í samband við Michelin. Tað eru fleiri, ið koyra tann óformella stílin, ið kortini arbeiða á høga professionellum støði, ið fáa tvær stjørnur. So tað er ikki ómøguligt hjá okkum, men tað tekur tíð, sigur Poul Andrias Ziska.