Smábarnaforeldur eru ein bólkur í samfelagnum, sum tað tykist verða í lagi at finnast at.
Í løtuni síggja vit javnan greinar um miðlavanar - vit foreldur surfa ov nógv, hyggja meira eftir telefonini enn okkara børnum, og tá tað kemur til børnini sjálv, spæla tey alt ov nógv telduspøl. Hvør skal endin verða?
Vit curla eisini børnini, stuðla teimum so tey gerast handlingslammaðir lítlir borgarar, ið vænta sær alt servera tann dagin, tey skulu klára seg sjálvi. Endin kann ikki gerast annað enn katastrofalur!
Tað eru sjáldan greinir um, hvussu nógv vit foreldur stríðast fyri at okkara børn skulu fáa tað so gott sum gjørligt. At samfelagið krevur, at vit arbeiða fulla tíð, og børnini eru í skúla ella á stovni størsta partin av degnum.
Fríløtan, tá vit hyggja í telefonina er kanska eftir ein strævnan arbeiðsdag, heintan av børnum í barnagarði, og eftir at døgurðin er farin í ovninum.
Børnini hava verið saman við javnaldrum allan dagin og hava brúk fyri at seta seg niður og taka tað róligt. Hví ikki eina løtu framman fyri einum gevandi telduspæli?
Eg haldi heldur ikki, at miðlanýtslan skal yvirdrívast, og eg haldi avgjørt ikki, at børn hava gott av at spæla ov nógv. Men viðhvørt er ræðslan fyri tí nýggja tað, sum stýrir okkum meir enn sunt fornuft!
At børn verða curlað er eitt "ikki-problem", sum eg bara verði irriterað av at hoyra um. Hugsa ístaðin um øll tey børn, ið hava foreldur, sum misnýta, sláa, og ikki elska børnini sum foreldur. Har hava vit teir veruligu trupulleikarnar. At curla er kanska ikki tað besta, eitt foreldur kann gera, men tey, sum gera tað, elska síni børn og vilja hjálpa teimum á lívsins leið. Nær er tað vorðið so galið? At lívið ikki altíð er so lætt, finna børnini nokk út av, óansæð um tey hava curlandi foreldur ella ikki.
Eg sigi sum svenski barnarithøvundin Astrid Lindgren segði "Gev barninum kærleika, meira kærleika og enn meira kærleika - so kemur fókaskikkurin av sær sjálvum!"
So einfalt trúgvi eg faktiskt, at tað er. Elska børnini! Og tað vænti eg neyvan, at nakað klókt høvd setir spurnartekin við!