Vit fyrireika okkum

? Sambært Bjørn á Heygum í Dimmalætting verður málið um arbeiðsrætt lagt fram aftur, um landsstýrismaðurin ikki arbeiðir skjótt. Men vit vilja ikki hava fleiri krígsavbjóðingar, og tí fyrireika vit okkum, um tað hendir, sigur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag.

Málið um Arbeiðsrætt Føroya, sum Bjørn á Heygum og Óli Breckmann løgdu fram á tingið týsdagin, hevur sum vera man skapt mikla øsing millum fakfeløgini. Og sum kunnugt var lagt upp til rættiliga orrustu hósdagin, tá málið skuldi til fyrstu viðgerð.

Men sum eisini kunnugt var málið tikið aftur við teirri grundgeving, at tað var sett fram í skundi sum eitt hjálpitól hjá landsstýrinum í trætuni við Yrkisfelag HF- og studentaskúlalæraranna.

Ingeborg Vinther sigur, at tað var fyri neyðini, at málið var tikið aftur, men at grundgevingarnar vóru láturligar.

? Tá málið var lagt fram vóru grundgevingarnar tær, at vit máttu vera fyrireikað til eina møguliga føroyska oljuvinnu, men tá málið var tikið aftur, vóru grundgevingarnar nakrar heilt aðrar og láturligar, sigur forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag.


Vera til reiðar

? Men tað vísir seg, at hatta málið blívur við at spøkja, og tað eru serliga Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin, ið eru so altráðir eftir at fáa ein arbeiðsrætt. Men vit hava greitt boða frá, at vit vilja einki hava við ein arbeiðsrætt at gera, sum verður kroystur niður yvir okkum. So vit liggja ikki á teirri latu síðuni, men fyrireika okkum til, at uppskotið verður lagt fram aftur, sigur Ingeborg Vinther.

Fakfeløgini hava greitt boðað frá, at tey taka ikki undir við arbeiðsrætti, í hvussu er ikki í einum slíkum líki, sum uppskotið varð lagt fram á tingi.

Haraftur ímóti hava fakfeløgini einki ímóti einum víðkaðum gerðarrætti, men hetta skal verða ein semja millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum, uttan nakra sum helst uppíblanding frá hvørki landsstýri ella løgtingi.


Avvísa uppskotið

Sum skiltist eftir at uppskotið var tikið aftur, skuldi Kristian Magnussen, landsstýrismaður í arbeiðaramálum arbeiða víðari við hesum málinum, og m.a. senda tað til hoyringar hjá viðkomandi pørtunum. Men Ingeborg Vinther sigur, at verður talan um tað uppskotið, ið var lagt fram á tingi, so vilja tey einki hava við tað at gera.

? Partarnir á arbeiðsmarknaðinum skulu sjálvir finna fram til eina loysn, og ein víðkaður gerðarrættur virkar bæði skjótt og væl. Og eitt slíkt uppskot, sum var lagt fram týsdagin, vilja við als ikki viðgera, sigur hon.

Sum nevnt liggur FA ikki á latu síðuni í hesum døgum, men fyrireikar seg til, at hetta uppskotið kann verða lagt fram aftur. Og sum ein lið í hesum fyrireikingum fer FA at hava ein kunnandi fund um arbeiðsrætt týsdagin 3. februar, har teir báðir advokatarnir, Páll Nielsen og Sigmund Poulsen, verða við.

? Vit vilja ikki hava fleiri krígsavbjóðingar, sigur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag við Sosialin.