FLOGBÓLTUR
Onkra ferð skal ein finala tapast, og tann veruleikan máttu sørvágskvinnur ásanna leygardagin, og Karin Mikkelsen viðgekk, at kenslan var alt anað enn góð.
- Hetta var ræðuligt. Spælið kom ikki í gongd hjá okkum.
Hvat gekk galið hjá tykkum í dag?
- Vit gera alt ov nógvar feilir, og spæla við nervunum fullkomuliga uttaná í dag. Vit heilt einfalt geva ÍF sigurin í dag. Hetta var ræðuligt.
ÍF raka langt frá teirra besta í dag, og hóast tað sannroynd, megna vit ikki at standa teimum kurl. Tað er ikki gott nokk.
Hvat gjørdu ÍF rætt, sum tit ikki gjørdu?
- ÍF kvinnurnar vóru róligar, og høvdu greiðan yvirvág, orsakað av okkara villum. Vit koma ongantíð inn í dystin aftur, hóast vit mangan hava megnað hetta áður.
Nú liggja tit enn rættuliga væl fyri í landskappingini. Ætla tit tykkum eftir meistaraheitinum nú?
- Eg eri rættuliga hørm um at vit leveraðu ein sovorðnan innsats í dag, og tori at lova, at sovorðið hendir ikki aftur. Hetta hava vit ikki uppiborið, og ei heldur okkara trúgvu fjepparar, ið royndu at stuðla, sum tey eru von. Vit hava bestu fjeppararnar í landinum, sigur Karin Mikkelsen at enda.