Vit gita liðið: Tveir áleyparar

Venjingin í dag gav ábendingar um liðið móti Sveis

Føroyska A-landsliðið í fótbólti vandi í dag á Tórsvølli. Tað eru ábendingar um, at Lars Olsen ætlar sær at spæla við tevimum áleyparum móti Sveis fríggjakvøldið. Til venjingina í dag sá út sum, at tað kundi verið Klæmint A. Olsen og Finnur Justinussen.

 

Liðið vandi bæði uppspæl og skot upp á mál. Gunnar Nielsen er fyrstimálmaður, og hóast hann noyddist at gevast við einum minni snuddi, verður hann klárur til dystin fríggjakvøldið. Tá var verjan sum væntað við Jónas Tór Næs (ÍBV), Atli Gregersen (Víkingur), Jóhan Troest Davidsen (HB) og Viljormur Davidsen (Velje). Tað er sama verjan sum móti Andorra. Sonni Ragnar Nattestad (Molde) er framvegis skaddur.

 

Á miðvøllinum vóru so Hallur Hansson (AC Horsens) og Fróði Benjaminsen (Víkingur), meðan Gilli Rólantsson (Brann) og Sølvi Vatnhamar (Víkingur) vóru á vengrunum. Í álopinum vóru so Klæmint A. Olsen (NSÍ) og Finnur Justinussen (Fremad Amager)

 

Lars Olsen segði eftir venjingina, at hann ikki hevur sett sær liðið enn, men at hann umhugsar at spæla við tveimum áleyparum. Samrøða við Lars Olsen verður seinni í dag á In.fo.