Venjarin hjá Eysturríki, Karel Brückner, segði eftir dystin, at hann var vónbrotin. – Sjálvandi eri eg tað. Vit høvdu nógvar, nógvar møguleikar. Tú fært ikki fleiri enn tað sama. Men vit vóru ikki nóg neyvir. Tað skuldi verið ógjørligt hjá okkum ikki at skora í fyrra hálvleiki, men tá vit ikki gjørdu tað, máttu vit økja um vandan í spælinum. Javnleikurin er eitt stórt tap fyri okkum. Vit hava mist tvey stig, og nú eru vit noyddir at fáa trý av slagnum móti Serbia. Føroyska málið var eitt mistak frá okkum, og tað gjørdu teir sær dælt av. Vit gjørdu alt, sum vit kundu, men tað var ikki nóg mikið.