Vit gloyma ikki okkara eldru!

Eitt og hvørt samfelag byggir á tey virði, fedrarnir hava lagt eftir seg, og soleiðis er tað sjálvandi eisini við okkara samfelag.

Hyggja vit rundan um okkum, síggja vit stór virði, bæði menniskjalig og peningalig, ið okkara eldru hava latið okkum upp í hendi at umsita og njóta.

Tí eiga vit eisini at bera teimum eina stóra tøkk við at geva teimum góðar umstøður á gamalsaldri, tí tað hava tey uppiborið!

Mong eldri sita í stórum húsum, ið krevja nógv viðlíkahald og røkt, tey kanska ikki longur eru før fyri sjálvi at geva. Tí kundu fleiri kanska hugsa sær okkurt annað at búð í.

Møguleikar eru eisini skaptir fyri hesum í Tórshavnar kommunu, tí vit hava sett í gongd stóra bygging av ikki færri enn 60 eldraíbúðum í Berjabrekku, umframt at aðrir møguleikar niðri í sjálvum býnum eisini verða royndir.

Eisini er ein góður tanki, at vit fara undir slíka bygging á Løgmannabreyt, har eldraíbúðir kunnu gerast náttúrligur partur av einum umhvørvi, har øll ættarlið møtast, liva saman og koma hvørjum øðrum við.

Somuleiðis liggja møguleikar bæði á Argjum, í Kollafirði og aðrastaðni í kommununi, har góðar umstøður kunnu gevast, so okkara eldru fáa eitt gott og virðiligt lívskvøld.

Tað er hetta, vit skylda teimum, sum hava lagt rygg til at byggja hetta land, vit liva í, og eg vil arbeiða fyri, at heldur ikki okkara eldru verða gloymd, tá vit skapa liviligar og góðar karmar hjá borgarunum at liva í.


Heðin Mortensen

býráðslimur

sambandsvalevni til Tórshavnar býráð