VALAGN
Allir flokkar fríggja til tey eldru í valstríðnum. Lovað verður hægri pensjónir, at nøkta tørvin á ellis- og røktarheimum, at døgnrøkt verður sett á stovn og annað. So er undan hvørjum vali, men hesu ferð hevur Landsfelag Pensjónistanna fingið lovað skrivliga og munnliga frá fýra flokkum, at lyftini verða hildin, um hesir koma í Tinganes eftir valið.
- Tað hava vit aldri fingið lovað fyrr, so nú hava vit orsøk at trúgva, at vallyftini verða hildin. Politikararnir skulu í øllum førum stóla uppá, at vit fara at minnast og minna teir á, hvat teir hava lovað. Sum ein norskur politikari segði við okkum á fundi í Nordisk Samarbeidskomité, at nógv verður lovað, men tá ið politikararnir koma til valdið, er alt gloymt. Vit hava sent nógv mál til myndugleikarnar uttan at lurtað verður eftir okkum. Vit ynskja at verða tikin upp á ráð, tað verða vit als ikki og tað er ógvuliga spell. Einasti politikarin í hesum valskeiðnum, sum hevur gjørt sum lovað, er Helena Dam á Neystabø, sum hækkaði fólkapensjónirnar, sigur Símun Pauli Poulsen, formaður í Eldraráðnum og skrivari í Landsfelag Pensjónistanna.
Fyri góðum mánaði síðani sendi Landsfelag Pensjónistanna øllum formonnunum í politisku flokkunum bræv, har spurt varð, hvørja ætlan teir hava viðvíkjandi fólkapensjónini og at nøkta tørvin á ellis- og røktarheimum.
- Vit høvdu als ikki roknað við, at teir fóru at svara. Men trúgv mær, at fýra av seks formonnum annaðhvørt ringdu ella skrivaðu aftur til okkara og greiddu gjølla frá, hvørjar ætlanir teir hava viðvíkjandi teim eldru og hvussu hesi lyfti verða veruleiki, um teir koma til valdið eftir valið. Vit hava einki hoyrt frá Fólkaflokkinum og Tjóðveldisflokkinum og tað undrar okkum, sigur Símun Pauli Poulsen.
Sjálvur tekur Símun Pauli Poulsen givnu lyftini frá floksformonnunum í álvara.
- Tá ið teir hava verið so beinasamir at vent sær til okkara beinleiðis, mugu vit trúgva tí, teir siga. Verður ikki soleiðis sum teir lova, verður tað ein ordiligur smeitur fyri teir, sjálvt um vit sjálvsagt vita, at lyftini verða givin fyri at fáa atkvøður. Hinvegin hevði verið betri, um lovað varð minni undan hvørjum vali, men meiri fingið av skafti, sigur Símun Pauli Poulsen, sum er ógvuliga spentur at vita, hvør fer at umsita eldraøkið í landsstýrinum.
- Vit vóna at fáa ein landsstýrismann, sum brennur fyri teim eldru.
Sambært Símun Paula Poulsen meta pensjónistar, at ein hægri fólkapensjón og fleiri ellis- og røktarheim eiga at verða sett ovast á dagsskránna.
- Pensjónin er hækkað nakað, men eigur at verða hækkað væl meiri. Onkur bati er komin seinnu árini, men alt ov fáir. Bæði Eldraráðið og Landsfelag Pensjónistanna hava skotið upp fyri myndugleikunum at byggja eldraíbúðir sum í Íslandi, sum eru væl bíligari enn her, sigur Símun Pauli Poulsen.
Eldraráðið varð stovnað eina ferð í sjeytiárunum, men fýra landsstýrismenn umsótu økið uttan at reglugerð varð gjørd fyri ráðið.
Í seinasta blaðnum hjá Landsfelag Pensjónistanna, Sólsetur, heitir felagið á allar pensjónistar um ikki at velja av gomlum vana, men heldur velja tey, sum stuðla pensjónistunum. Har verður sagt, ?Allir flokkar eru farnir at fríggja til pensjónistarnar og lova bæði gull og grønar skógir, ein ávaring! Mussi ongan fyrrenn tit síggja, at teir gera okkurt áðrenn valið, um teir, sum stilla upp til løgtingsvalið, eru líka dementir ella verri enn vit, tí eftir valið er alt gloymt, sum teir hava lovað okkum.?