Datamatikaranæmingarnar á Føroya Handilsskúla í Havn eru komnir í eina trupla støðu. Tey hava fýra mánaðir eftir av skúlagongdini, men nú hava tey ongan lærara.
Teir báðir lærararnir, sum hava undirvíst teimum allatíðina, eru rýmdir av Handilsskúlanum, tí teir siga umstøðurnar verða óforsvarligar til at undivísa í.
Næmingarnir hava gjørt greitt, at teir halda gomlu lærararnar verða teir bestu til at tryggja dygdina í útbúgvingini, og tí kenna næmingarnir seg ikki tryggir við, at nýggir lærarar skulu taka um endan og føra tey til próvtøku.
Vánaligar umstøður
Næmingarnir vilja helst hava tykkum at undirvísa teimum og føra tey til próvtøku. Hvussu kunnu tit so rýma av skúlanum júst nú?
? Vit kendu okkum noydd at siga upp, tí vit eru ikki før fyri at lata næmingunum seinastu frálæruna og taka okkum av próvtøkunum. Vit hava havt so vánaligar umstøður, og trýstið hevur verið so stórt, at vit eru ikki før fyri at fyrireika okkum til undirvísingina undir hesum umstøðunum, sigur Jon Jensen, sum er annar av lærarunum, sum hevur sagt upp.
Kedd av støðuni
Men hvussu hava tit tað við at rýma frá næmingunum beint nú?
? Vit eru sera kedd av tí, og tað plágar okkum nógv. Men vit hava gjørt greitt, at vit rýma ikki undan útbúgvingini ella næmingunum. Vit rýma undan umstøðunum á Handilsskúlanum, sigur Jon Jensen.
? Vit hava roynt at gjørt nakað við støðuna, men vit halda, at tað er bara blivið verri, og tí tóku vit avgerðina um at siga upp.