- Vit halda eina góða kós

- Beint nú lesi eg yrkingasavnið "Rakkaljóð" eftir Jóanesi Nielsen, sigur Jógvan Tróndarson.

 

 

Vit hava spurt nøkur fólk, hvørjar bøkur tey lesa, um tey ynskja sær bøkur í jólagávu, og um tey hava nakra meining um dygdina í føroyskum bókum.

Lesur tú nógv, føroyskt ella útlendskt?

- Eitt sindur av báðum, sigur Jógvan Tróndarson, ið siglir sum skipari í Grønlandi.

Hvørja bók lesur tú beint nú?

- Yrkingasavnið eftir Jóanesi Nielsen, “Rakkaljóð”.

Hvørja bók ynskir tú tær í jólagávu?

- “Ikki fyrr enn tá” eftir Oddfríða Rasmussen.

Hevur tú nakra meining um dygdina í føroyskum bókum?

- Eg hugsi, at vit halda eina góða kós, sigur Jógvan Tróndarson, skipari.