Við nógvum fordómum í huga trein Jákup Bogi Joensen inn á B.T. í Keypmannahavn fyri fyrstu ferð 1. februar. Uppvaksin sum journalistur á Dimmalætting og í Kringvarpi Føroya var tað ein stór kollvelting hjá Jákup Boga brádliga skula fyrihalda seg til søgur sum “Kiggede på Mary’s bryster”, “Sådan får du bedre sexliv” og “Tab dig 10 kilo på 10 uger”.
Avbjóðingin var ikki smávegis, tí tankin um at skriva slíkar søgur fekk Jákup Boga Joensen at stúra fyri sínum fyrsta arbeiðsdegi. Men í dag – bert ein góðan mánað eftir – hevur Jákup Bogi broytt sína hugsan um tabloid miðilin B.T.
- Eg var øgiliga skeptiskur, og eg hevði nakrar fordómar áðrenn, og tað havi eg kanska enn, men nú eru teir minni, enn tá eg byrjaði. Og tað er hetta við at skriva slatursøgur ístaðin fyri substans. Eg eri meira til seriøsan tíðindaflutning og ikki so nógv til sensatiónir. Men eg eri glaður fyri tað, tí tað eru nøkur ting, sum eg læri. Eitt er at fáa størri innlit í tabloid pressuna, og hitt er at fáa teir fordómarnar burtur, sum eg hevði, sigur Jákup Bogi, sum starvast á tídindadeildini hjá B.T., har hann fyri tað mesta skrivar um politikk og samfelagsviðurskifti.
Hann heldur, at redaktiónirnar hjá B.T og í Kringvarpinum eru eins dugnaligar, men at hesar báðar redaktiónir kunnu læra okkurt av hvørjum øðrum.
Kringvarpið dugir væl at leita eftir søgum, sum hava veruligt innihald, meðan B.T. eisini fæst við søgur, sum snúgva seg um moralin hjá leiðandi politikarum – søgur, sum vit ikki síggja nógv til í Føroyum.
Fordómarnir fingu rætt
Jákup Bogi Joensen er ein kend rødd í Kringvarpinum, har hann hevur starvast sum tíðindamaður síðani 2008. Áðrenn tað starvaðist hann í nógv ár á Dimmalætting. Í 2010 fór Jákup Bogi undir lesnað á Danmarks Medie- og Journalisthøjskole i Aarhus, og sum liður í útbúgvingini er Jákup Bogi nú í starvsroynd hjá B.T. í Keypmannahavn.
Helst eru tað fleiri, sum hava eina ávísa hugsan um miðlar sum B.T. og Ekstra Blaðið, og kanska er hendan hugsanin ikki altíð so jalig. Jákup Bogi gjørdist í øllum førum bilsin av hvat undirhaldsdeildin hjá B.T. fæst við.
- Kend fólk eru altíð áhugaverd, og fingrar vera ikki lagdur ímillum, tá ið mál skulu viðgerast, sigur Jákup Bogi, sum staðfestir, at hann ikki var vanur við hetta áðrenn og kanska heldur ikki dámar so væl júst hetta slagið av journalistikki.
Tað politiska sparkar reyv
Samstundis sum undirhaldsdeildin hjá B.T. er nógv øðrvísi enn tað, sum Jákup Bogi Joensen kundi hugsað sær at arbeitt við, so er politiska deildin avgjørt ein deild, sum Jákup Bogi elskar at starvast í.
- Eg síggi avgjørt virðið í tí mátanum, sum B.T. viðger politiskar søgur og politikarar sum heild. B.T. krevur, at politikarar halda tað, sum teir lova, og B.T. heldur fast í oyrunum á politikarunum, inntil allur sannleikin er komin fram í ljósið, sigur Jákup Bogi.
Tað føroyska samfelagið hevur tørv á at fáa eitt spark viðhvørt, og tørvur er á at halda fast í oyrunum á politikarunum í Føroyum.
- Tað er væl møguligt, at vit í Føroyum hava tørv á einum ordans sparki viðhvørt. Og tað verður gjørt í ein ávísan mun, men als ikki ov nógv.
Jákup Bogi vísir tó á, at Kringvarpið og teir privatu miðlanir í Føroyum lyfta hesa uppgávu betri hvønn dag, men orka kanska ikki er til slíkar provokerandi søgur, sum føroyingar kanska ikki vilja lesa kortini.
- Eg haldi ikki, at vit skulu krógva moralskar avgerðir hjá leiðandi politikarum. Tað er júst har, at tabloid pressan hevur sítt virði – nevniliga við at seta fokus á moralin hjá leiðandi politikarum og stjórum, sum hava stóra ávirkan í landinum.
Vendir allarhelst aftur
Jákup Bogi Joensen er ógvuliga áhugaður í føroyska samfelagnum, og honum dámar væl at fáast við journalistikk í Føroyum. Tí er ikki óhugsandi, at hann vendir heimaftur eftir lokna útbúgving.
- Mín persónligheit ger, at eg tími betur tann meira seriøsa journalistikkin. Eg læri ótrúliga nógv av B.T., men tað er ikki mítt lívsstarv at starvast á tabloidmidlunum, sigur hann.
Hóast Jákup Bogi sjálvur heldur seg hóska betri til tann seriøsa journalistikkinum, so er hann væl dámdur hjá B.T. og hevur longu fingið heiðurin sum “Dagens Mand”.
Tríggjar vikur eftir at Jákup Bogi hevði sín fyrsta arbeiðsdag, megnaði hann at skriva eina forsíðu til B.T., sum samstundis gav honum hendan øðrvísi heiður.
- Eg skrivaði eina søgu um Villy Søvndal og tankar hjá SF um tann nógv umrødda “betalingsringin” kring Keypmannahavn. Søgan kom á forsíðuna, har tað stóð “Regeringen i krise: Villy truer med at gå” og "Top-SF´er: Ikke usandsynligt at vi forlader regeringen", greiður hann frá.
Hvørt Jákup Bogi framyvir fer at nýta royndirnar frá B.T. til at broyta føroysku pressuna er óvist – í øllum førum verður tað ein journalistur við nógvum og øðrvísi royndum, sum vendir aftur til Føroya.
Mynd: Rebekka Rafael