Hoyr samrøðuna við Niels Mortensen og Guðrið Højgaard við at trýsta á pílin undir myndini.
Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantsflog, sigur, at teir, við nýggju strategiini, hava flutt Atlantsflog heim og fara nú at seta Føroya fólk í sentrum av teirra virksemi.
Hann vissar okkum eisini um, at hóast prísurin á nøkrum ferðaseðlum verður lækkaður, so verður prísurin á øðrum ferðaseðlum ikki hækkaður.
Les eisini Tað skal vera bíligari, lættari og einfaldari
Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, gleðist serliga um, at ferðaseðlaprísirnir lækka. Hon sigur, at tað eru høgu prísirnir, ið hava hildi fólki mest frá, at koma hendanvegin, men hon vónar, at lægru prísirnir fara at broyta myndina av Føroyum sum ein dýr tjóð.
Les eisini 35.000 bíligir ferðaseðlar