Olja
Kjartan Hoydal
Tað var eitt sindur løgið at kunna standa framman fyri partaeigarunum í Atlants Kolvetni hendan dag og siga »vit hava funnið olju undir Føroyum og alt bendir á at vit bert hava sett spónin í greytin«.
Í tí løtunu skrivaðu vit søgu. Vit lótu upp fyri einari nýggjari stórvinnu í Føroyum og kanska meira undrunarvert vit kundu boða frá hesum í einum føroyskum felag, Atlants Kolvetni, sum yvir 2000 fólk hava sett pening í. Atlants Kolvetni vaks við hesum til eitt av størstu feløgum í landinum og gjørdist partur av størstu vinnuætlan í Føroyum nakrantíð
Langtíðar íløga
Tey, sum tóku stig til Atlants Kolvetni, grundaðu felagið á einari einfaldari mynd.
Tað kundi ikki vera rætt, at føroyskt vinnulív ikki skuldi vera uppi í, um vinna av olju varð møgulig. Tí var ein stórur eginpeningur fingin til vega frá byrjan, og aftur víðkaður við tveimum partabrævasølum.
Partaeigarar fingu at vita, at felagið fór at royna at finna samstarvsfelagar á føroyskum øki, og at hetta virksemið skuldi brúkast sum ein lopfjøl til virksemi innan oljuvinnu uttan fyri Føroyar. Nevndin kundi ikki lovað avkast beinanvegin, hetta var ein langtíðaríløgu, men farast skuldi so skilagott til verka, at um eingin olja var, so skuldu partaeigararnar í minsta lagi fáa tað aftur, sum teir høvdu sett í felagið.
Nú er alt vent í holuni. Tað kolvetni, sum nú er funnið í 6 ára loyvi nr 1, broytti støðuna hjá felag okkara og partaeigarunum, hjá føroyskum vinnulívi og føroyska samfelagnum yvirhøvur.
Atlants kolvetni hevur rokkið hesum uttan at seta á eginognini við einari ógvuligari lítlari og dyggari umsiting.
Virðisøkingin í Atlants Kolvetni
Við fundinum, sum varð kunngjørdur 19 november, er virðið á í felagnum fleirfaldað. Longu tá vit fingu part í leitingarloyvi 01 vaks virðið í felagnum nógv, við fundinum veksur tað upp aftur meira. Og fleiri virðir er í felagnum.Umframt loyvið undir Føroyum, og møguleikar í komandi loyvisumførum undir Føroyum, sum nú heilt vist fara at koma, hava vit eisini møguleikar í tveimum kanska trimum leitingarloyvum ensku megin.
Vit kanna í løtuni av álvara møguleikan, m.a. at seta pening í oljuleiðir, sum framleiða. Hetta ber til í Norðsjónum. Økið er fullbúgvið og møguleikar eru nú hjá smáum oljufeløgum á leiðum, sum stóru oljufeløgini ikki tíma at fáast við, og sum tí verða seld.
Á henda hátt Atlants Kolvetni hevur økt munandi um møguleikar sínar, síðani felagið fór undir virksemið sítt fyri góðum 3 árum síðani á avmarkaðum grundarlag.
Sambært partafelagslógini er høvuðsendamálið hja nevndini í AK at tryggja teimum í hava sett pening í felagið so gott avkast, sum møguligt. Tey fyrstu 2000 sum settu pening í gjørdu hetta kanska ikki bara av hesi orsøk, men alt bendir á at tey sum hava keypt partabrøv í AK fyri kurs 100 og105 hava góðar møguleikar fyri at gera eitt gott hál.
Virðini í partafelagnum Atlants Kolvetni er óvuliga nógv vaksið. Høvdu vit verið uppskrivaðir á einum vanligum partabrævamarknaði so hevði kursurin á partabrøvunum gjørt eitt skarvslop upp eftir. Núverandi partaeigarar fara at síggja ein stóran vøkstur av virðinum av sínari íløgu. Í komandi útbjóðingum av partabrøvum næsta ár koma vit at prógva hendan vøkstur. Komandi íleggjarar koma at gjalda hægri kurs og fer hetta at útvega felagnum ein stóran part av tí íløgukapitali, sum er neyðugur fyri at troyta teir møguleikar, sum felagið hevur útvegað sær í tí sum vit kunnu kalla altlantsmótsoljuni, í føroysku og bretsku undirgrundini og øðrum leiðum.
Vinnuliga virðisøkingin
At vinnulívið í Føroyum við Atlants Kolvetni hava megnað at lyft uppgávuni at fáa Føroyar inn í oljuvinnuna og útvega føroyskum vinnulívi ein part í henni er kanska tað mest kveikjandi. Tað hevði verið heilt burturvið um hetta ikki var hent. Stór vinnufeløg í Føroyum hava við hesum skapað eina betri javnvág millum alment og privat virksemi, sum vit hava so harðliga fyri neyðini. Atlants Kolvetni er trygdin fyri at føroyskt vinnulív eigur sín part og at tað er møguligt hjá vanliga føroyingum at gera íløgur í ta oljuvinnu, sum vit nú vita verður føroyskum oljuøki, og at føroysk vinna nú leggur eina stóra tilfeingisvinnu aftrat fiskivinnuni og alivinnuni. Hetta fer at geva føroyskum vinnulívi ein virkismøguleika, har sveiggini eru ørðvísi enn í matarvinnunum og er ein møguleiki at gera búskapin í føroyskari vinnu og føroyskum samfelagsbúskapi støðugari og meira burðardyggan.
Samfelagsliga virðisøkingin
Sambandið við altjóða oljuvinnuna hevur longu havt ávirkan á føroyskt vinnulív og leitingartíðin fer at økja um hesa ávirkan og geva eitt fíggjarligt íkast til føroyska búskapin. Alt bendir á, at oljan kann gerast veruleiki fyrr enn vit høvdu roknað við.
Hetta reisir spurningar um hvussu hetta fer at ávirka føroyska samfelagið til tað betra og tað verra. At hetta fær ávirkan kann eingin ivast í, men eftir mínum tykki eru fleiri grundir fyri at halda at ávirkanin framhaldandi verður lika gagnlig sum hon hevur verið higartil. Bara tað at føroyskt vinnulív samstarvar um at víðka vinnuliga grundarlagið við oljuvinnu hevur stóran samfelagsligan týdning og skuldi givið møguleikar fyri einum meira støðugum føroyskum samfelagsbúskapi.
Yvirhøvur er dagurin í dag krúnan á einum verki, sum sýnir, at vit føroyingar væl duga at leggja alt til rættis um vit leggja burtur gamlar vanar og sundurlyndi. Uppbyggingin af einari lítlari og sterkari oljufyrisiting, sum hevur greitt alt sera væl úr hondum, átti at verið fyridømi fyri allari føroyskari fyrisiting. Politiski myndugleikin hevur í oljumálum verið búgvin. Samstarvið í Atlants Kolvetni millum eitt breitt úrval av føroyskum vinnufeløgum og vanligar íleggjarar vísir nýggjar møguleikar hjá føroyskum vinnulívi. Føroyskt vinnulív hevur funnið sterkar vinnusamstarvsfelagar uttan fyri Føroyar, og hetta samtakið Faroes Partnership, Føroya Felagsskapur, sum nú hevur ført okkum á mál er nýskapandi. Burtur úr hesum fer at spretta nýskapandi og mennandi vinnuvirksemi, tað er vist.