?Vit hava ikki klárað okkum nóg væl

Jørgen Niclasen:

Jørgen Niclasen tekur ikki úrslitið í Vágoynni persónliga, men hann heldur polariseringin hevur givið útslag

Veljarakanning
Heri á Rógvi
Úrslitið í Vágoynni í veljarakanningini er øðrvísi enn tey flestu kanska høvdu roknað við frammanundan. Úrslitið gjørdist, at Sambandsflokkurin fekk nærum aðruhvørja atkvøðu í Vágoynni. Sambandsflokkurin fekk 47,4%. Fólkaflokkurin eigur sum nú er ein tingmann í Vágoynni. Jørgen Niclasen var við seinasta val valdur á ting umboðandi Fólkaflokkin og Vágoynna. Í veljarakanningini fær Fólkaflokkurin 15,3% av atkvøðunum í Vágoynni, og hetta røkkur langt frá til ein valdømisvaldan tingmann.
Jørgen Niclasen sigur, at úrslitið skyldast polariseringina millum loysing og samband.
? Hetta valið er gjørt upp til eitt val millum loysing og samband, og hetta sæst aftur her eins og til fólkatingsvalið, sigur Jørgen Niclasen.
Sjálvur heldur Jørgen Niclasen einki um hesa uppgerð millum loysing og samband. Hann væntar samstundis, at Fólkaflokkurin fer at fáa eitt betri úrslit enn veljarakanningin vísir.
?Vit fara at seta øll segl til komandi tíðina. Vit hava ikki klárað nóg væl, men eg rokni við, at vit fara at klára okkum betur enn sagt verður, sigur Jørgen Niclasen.
Hann sigur seg ikki taka úrslitið persónliga. Orsøkin hevur meira við polariseringina at gera, heldur hann.
Fólkaflokkurin hevur havt tingmann í Vágoynni í nógv ár. Jørgen Niclasen heldur, tað hevur bert verið eingin fólkafloksmaður á tingi fyri Vágoynni í tvey ár av teimum seinastu tjúgu.
Jørgen Niclasen heldur eisini, at ein orsøk til úrslitið til kanningina kann vera, at sambandssinnaðir fólkafloksveljarar heldur velja Sambandsflokkin enn Fólkaflokkin.