Vit høvdu rætt

­ segði Edmund Joensen, løgmaður, á tíðindafundi á Hotel Hafnia seinnapartin í dag. Frágreiðingin styrkti okkara fatan av, at ikki alt er fari rætt fram.

Eftir at hava granskað frágreiðingina í nakrar tímar, helt Landsstýrið tiðindafund á Hotel Hafnia seinnapartin í dag.

Edmund Joensen, løgmaður segði, at Føroya Landsstýrið var styrkt í síni fatan av, at hetta mál var illa handfarið.

Løgmaður segði, at eftir hansara fatan var danska stjórnin farin sera illa um málið. Samstundis vóru føroyingar sera illa viðfarnir. Tá føroysku myndugleikarnir góðkendu partabrævabýti, var hetta gjørt á skeivum grundarlag.

­ Vit kendur ikki støðuna í Føroya Banka sum hon veruliga var. Harafturat hevur kanningin víst, at vit ikki hava fingið rættar upplýsingar frá Den Dankse Bank.

Edmund Joensen kom eisini inn á eitt møguligt endurgjaldskrav.

­ Tað vit í dag hava gjørt, er ein fyribils gjøgnumgongd. Nú skal kanningin gjøgnumgangast sera gjølla, og út frá teimum kanningunum fara vit at taka støðu til, um vit skulu seta fram endurgjaldskrav móti einum, ella fleiri pørtum í málinum.

- Til hesa uppgávu hava vit leitað okkum hjálp frá góðum føroyskum og útlendskum advokatum.


Endurgjaldskrav

Spurningarnir frá fjølmiðlunum vóru nógvir og ymiskir. M. a. varð spurt hvørjum endurgjaldskrav skuldi setast ímóti. Til hetta segði løgmaður, at tað var ov tíðliga at siga nakað um nú.

Spurt var síðani um tað, at Pauli Ellefsen hevði undirskrivað, tað sum á fakmáli verður kallað ein blank grannskoðanarátekning, kundi enda við einum endurgjaldskravi, svaraði løgmaður:

­ Ja. Men nú fara vit fyrst at seta okkum niður fyri at kanna hvussu alt er farið fram. Síðani gera vit eina niðurstøðu, og aftaná tað gera vit av um endurgjaldskrav skal setst reisast fram. Møguliga eisini móti Paula Ellefsen.

Fyribils niðurstøðan vit kunnu gera er, at løgmaður er nøgdur við ta frágreiðing sum fyriliggur. Tað sum sagt er í dag, byggir á eina skjóta gjøgnumgongd av tilfarinum, sum er so sera umfatandi.

Hvussu endaliga úrslitið verður av bankakanningini, frætta vit nærri um í næstu ella komandi viku.