Í aftursvari til manningarfeløgini siga Alex N. Vilhelm og Finnbjørn Poulsen seg verða hunddálkaðar av manningarfelagnum fyri eina skipan við at tryggja manningunum fasta løn
Lesið eisini: Ávara sjómenn ímóti at fara við ávísum skipum
Teir báðir siga, at miðskeiðis í 2014 varð farið undir eina verkætlan í Vági/Lopra innan fiskivinnu eftir pelagiskum fiski og botnfiski. Frá byrjan varð avgjørt at virka undir eini fastlønar skipan (sáttmálin sigur at tilber innan fyri sáttmálan at geva betri løn enn hýrusáttmálin sigur). Hetta varð m.a. gjørt fyri at tryggja manningunum eina fasta løn, tí vit vistu av, at byrjanin fór at verða trupul.
– Nú skjótt eitt ár er farið kann staðfestast, at vit nærkast at hava goldið 20 mió. í lønum. Hetta svarar til, at 40-50 húsarhald hava havt eina inntøku á kr. 400.000 til kr. 500.000 í meðal í eitt ár. Hartil koma allar tær avleiddu inntøkurnar av tí virksemi, sum stendst av 5-6 skipum, siga Alex N. Vilhelm og Finnbjørn Poulsen.
Teir vísa á, at í onkrum av feløgunum hevur tann fasta lønin als ikki staðið mát við veiðuvirðið, men teir hava hildið fast við fastlønarskipanina fyri at verja manningina, tí teir hava trúð upp á framtíðina.
– Tað kann staðfestast, at fastlønarskipanin í summum feløgum hevur kostað fleri mió. í meirkostnaði, meðan javnvág hevur verið í øðrum feløgum, siga teir.
– Sum ikki einaferð verða góðar skipanir misnýttar av teimum fáu, og hetta ger, at skipanir verða avtiknar, og tey flestu gerast taparar. Soleiðis er eisini her hjá okkum. Onkur av manningini, sum alment hevur traðkað fram og gramt seg um løn, hevur fingið tríggjar ferðir so nógva løn útgoldna í mun til, um viðkomandi varð løntur í mun til veiðuvirði, siga teir báðir.
Teir vísa á, at hetta ivaleyst er galdandi fyri teir flestu, sum hava sett seg í samband við manningarfeløgini.
– Sum nú eru farnir undir eina heksajakt eins og tá við byrjaðu upp á verkætlanina fyri einum ári síðani. Tað er skammiligt, at navngivnir persónar verða hunddálkaðir av manningarfeløgunum. Vit kundu í hvussu er ikki funnið uppá at navngivið nakrar av teirra limum, ið seinasta árið ikki hava møtt til arbeiðis orsaka av orsøkum sum ikki eru verdar at nevna, siga Alex N. Vilhelm og Finnbjørn Poulsen.
– Hvat framtíðin hevur at bjóða er ilt at siga. Hugurin at halda áfram er lítil í løtuni, nú manningarfeløgini hava svínað til bæði skip, feløg og persónar, siga Alex N. Vilhelm, stjóri, og Finnbjørn Poulsen, nevndarformaður í P/F Baglhólmi, P/F Ocean Group Pelagic, P/F Sancy Trawl og P/F South Pelagic