Vit klára at kanna 6.000 fólk um dagin

– Vit áttu at kannað fólk alla tíð­ina, og vit kunnu saktans kanna 6.000 fólk um dagin – og so kundu vit havt opið alt sam­døgr­ið, so var ongantíð kø.

Tað sigur Regin W. Dalsgaard, nevnd­ar­for­mað­ur í Thetis, í stórari samrøðu um Thetis, sum er í vikuskiftis-Sosialinum, sum hevur viðgjørt sera góða ársúrslitið hjá Thetis, og sera góðu samsýningar, sum leiðsla og eigarar felagsins hava fingið burturúr.

 

Regin Dalsgaard sigur, at koronukanningarnar kundu verið gjørt fyri ein lægri prís, enn tað verð­ur gjørt í dag.

 

Hann vísir á, at set-up'ið við kann­ing­um í Føroyum er sera gott, og at Thetis sam­­an við Heilsu­frøð­il­igu Starvs­stov­uni høvdu kunn­að klárað 10.000 kanningar um dagin. 

 

– Og høvdu vit opið alt sam­­døgr­ið, so kundu all­ir før­oy­ing­ar komið til kann­­ing­ar, tá tað passaði teim­um, um tað so var mitt um nátt­ina. Tað hevið kostað minni, enn tað kostar nú, tí so sluppu vit undan at hava hetta set-up’ið við dupultari mann­­ing, skanning og alt hatta har við so nógvum fólk­­um. So hevði tað verið ein fast­­ur prísur fyri bæði pot­­ing og kanning, sigur hann. 

 

Og Thetis kundi tá brúkt síni egnu høli við Hoy­­v­íks­­vegin til pot­ingina í Havn eisini um­framt onnur kann­ing­ar­støð kring landið.

 

– Næsta stigið hjá The­t­is er at bjóða vinn­uni, at vit fara at koyra út til fyri­tøk­ur ókeypi at kanna, og so gjalda fyri­tøkurnar fyri kann­ing­ina. Vinn­an hevur tik­ið sera væl ímóti hesum – tey ynsk­ja at tryggja sær, at eing­in hevur koronu í sam­­band við jólaborðhald og onn­ur felags tiltøk, sigur Regin W. Dalsgaard.