Tað flytir so nógv fólk til Havnar nú, at Leivur Hansen, býráðsformaðurin, fer skjótt at rópa varskó.
Havnin veksur so skjótt, at vit klára ikki at fylgja við, sigur Leivur Hansen
Eg rokni við, at eg einaferð í summar sleppi at ynskja borgara nummar 16.000 vælkomnum til Havnar.
Landsfólkayvirlitið sigur, at bara hesi bæði seinastu árini, er fólkatalið í Havn vaksið næstan 700 fólk. Talan er mest um ung húski við børnum.
1. januar 1995 búðu 15.124 fólk í høvuðsstaðnum (og Argjum). 1. desember í ár búðu 15.809 fólk í Havn og á Argjum.
Vit hava einki ímóti, at Havnin veksur. Men vit mugu ikki missa tamarhaldið á støðuni. Havnin má ikki veksa skjótari enn at vit klára at skapa karmarnar, so øll verða nøgd at búgva her.
Og heldur henda gongdin fram, verður tað ómøguligt hjá okkum at fylgja við, tí vit fáa ikki útbygt Havnina, so hon klárar at taka ímót hesum fólkastreyminum, sigur Leivur Hansen.
Mugu vera varin at lækka skattin
Fíggjarliga er Havnin so væl fyri, at gongur sum ætlað, verður ráð at lækka kommunuskattin munandi um nøkur heilt fá ár.
Kommunur, sum skylda meiri enn tvær álíkningar sleppa ikki at lækka skattin
Men vit í Havn betala so nógva skuld aftur hvørt ár, at gongur sum ætlað, er skuldin komin niður á eina álíkning, tvs um 280 - 290 milliónir í 2002.
Tvs, at tá fær kommunan ráð og umstøður at lækka skattaprosentið munandi.
Tó mælir Leivur Hansen til størsta varsemi á hesum øki.
Helst verður skatturin lækkaður eitt sindur. Men vit eiga at vera ógvuliga varin at lækka hann ov nógv.
Partvís hevur kommunan nógvar uppgávur at røkja. Partvís liggur nógv á láni, sum borgarin vil hava kommununa at gera.
Hann hugsar serliga um trupulleikar við barnaansing og eldrarøkt, men eisini um neyðugar íløgur í havnalagið og um ábøtur á vegir og almennar bygningar, sum eru forfallin í kreppuárunum. Men eitt, sum eisini vigar tungt, er, at vit mugu ikki gera tað alt ov bíligt at búgva í Havn, afturímóti í øðrum kommunum.
Flyta størv úr Havnini út á bygd
Hann sigur, at tað er so stórur fólkastreymur til Havnar í løtuni, at kommunan megnar ikki at fylgja við gongdini og útbyggja Havnina, og tænasturnar til borgaran við somu ferð, sum fólkatalið veksur.
Tí verður neyðugt at leggja ein politikk, sum tálmar flytingina til Havnar. Og tað gerst einans við at flyta almennar tænastur út á bygdirnar kring landið.
Kommunurnar mugu byggjast út, so at tað ber til hjá ungum húskum, við útbúgvingum at liva úti um landið, so at Havnin ikki er teirra einasti møguleiki.
Leivur Hansen sigur, at Tórshavnar Býráð hevur ta áskoðan, at allar almennar tænastur, sum hava við borgaran at gera, eiga at verða fluttar út um landið.
Hann sigur, at hetta sjónarmið eru allar kommunurnar í Føroya Býarfelag samdar í. Føroya Býarfelag er kommunubólkurin, sum tær seks størstu býar - kommunurnar, Havnin, Klaksvík, Runavík, Tvøroyri, Vágur og Fuglafjørður, samstarva í.
Kommurnar gerast til reiðar
Men hinvegin er Leivur Hansen púra sannførdur um, at tað letur seg ikki gera at flyta almenna umsiting úr Havnini, út á bygdirnar, fyrrenn kommunurnar eru brynjaðar til at taka ímóti.
Tí er kommunusamanlegging ein fortreyt fyri, at tað ber til hjá kommununum at átaka sær fleiri almennar tænastur.
Leivur Hannsen sigur, at skulu vit hugsa um at gera kommunurnar sterkar til at tær eru førar fyri at átaka sær fleiri umsitingarligar uppgávur, er neyðugt at Føroyar verða lagdar saman í einar 7-10 kommunur, sum hvør sær eru mentar at hava eina umsiting, sum ger tær førar fyri at loysa tær ymsu uppgávurnar.
Hin møguleikin er, at leggja støðið eftir tí, tær smáu kommunurnar - Saksun, Gjógv, ella Mykines megna at hava av tænastuveitingum.
Og tað vil so aftur siga, at kommunurnar koma ikki at klára nakað sum helst.
Býráðsformaðurin í Havn sigur, at hansara vón er tí, at tað eftir komandi løgtingsval kemur ein sterkur ráðharri í kommunumálum í Tinganes, sum uttan drál fer undir at kommunusamanleggingina, soleiðis sum endamálið við kommunulógini er, men sum ongin hevur havt dirvið at seta í verk enn.
Leivur Hansen sigur, at hann veit væl, at tað kann verða trupult at fáa kommunurnar at leggja saman.
Men hann ivast kortini ikki í, at tað ber til, tí hann kann ikki hugsa sær annað, enn at meiriluti fæst fyri tí í tinginum, tí hetta er tað, tær seks størstu kommunurnar, við 28.000 av teimum 44.000 fólkunum í Føroyum, í rygginum, vilja hava. Og eg rokni í hvussu so er ikki við, at løgtingsmenn úr teimum plássunum, gera ímóti viljanum hjá teirra egnu kommunum. Leivur Hansen sigur, at ikki fyrrenn hetta er komið í lag, ber til at tosa um, hvussu tær ringast staddu kommunurnar kunnu hjálpast.