Súsanna og Eivy á Jarnbardi vóru væl nøgdar eftir róðurin á fjarðastevnuni, hóast tað ikki hevði gingið akkurát eftir ætlan.
? Vit lógu nr. 2 eina løtu, og tað var ikki ætlanin. Men vit vístu, at vit knekka ikki, hóast vit fara afturum. Vit vinda okkum uppaftur, og svara aftur, siga tær.
? Vit hava góða venjing og sera gott samanhald. Og tá tað gongur væl á stevnunum er tað ein góð motivatión til at halda á. Vit halda ikki at tað er keðiligt, at kappingin er so lítil. Vit vilja vinna, og tað hava vit gjørt higartil. Og fyri hvønn róður vit vinna, vilja vit bara vinna meir.
Tær halda báðar, at tað besta við kappróðrinum er samanhaldið í bátinum. Og so sjálvsagt tað, at vinna. ? Tað er tí vit eru við, tí vit vilja vinna. Vit vilja rógva betur og betur, og vinna meir og meir, siga tær. Enn vita tær ikki um tær ætla sær at rógva aftur í næsta ár.
eys