Vit kunnu gott hava fult álit á Russlandi – um vit avnokta veruleikan

Viðmerking til samrøðu við Hanus Hansen í donskum miðli

Hanus Hansen nevnir meg nakrar ferðir í eini grein um avtaluna við Russland í danska miðlinum Altinget í dag. Tað er í virðiligum tóna, og ikki á nakran hátt áleypandi. Soleiðis hevur tað verið alla tíðina – og tað er faktiskt óvanligt, tá ein ósemja er. So takk fyri tað!

 

Hanus virkar dugnaliga innan fyri givnar, politiskar karmar.

 

Tað er politisku kørmunum, tað er galið við.

 

Fyrst tað búskaparliga:

 

Hvussu nógv eru kvoturnar í Barentshavinum verdar fyri Føroyar í mun til tey rættindi, vit lata Russlandi? Eg ikki dugi at síggja, at hon er til okkara fyrimunar. Tvørturímóti.

 

Tað er ikki hjá Hanusi Hansen ella nøkrum øðrum reiðara, at feilurin liggur. Teir og teirra manningar røkja sína uppgávu til lítar!

 

Feilurin er á politiskum stigi. Tí vit lata alt ov nógv fyri kvoturnar, vit fáa. Avtalurnar er snøgt sagt ov vánaligar. So vánaligar, at var eingin avtala, og vit sjálv fiskaðu tað, sum vit lata, kundi tað verið nógv betri fyri føroyska búskapin.

 

Eg skal ikki endurtaka øll roknistykkini her - men avtalurnar síggja altso út sum eitt russiskt sjálvtøkuborð.

 

Trygdin

 

Og so er er tað trygdin.

 

“Eg trúgvi ikki uppá, at teir njósnast”, sigur Hanus um russar í samrøðuni við Altinget.

 

Nógvir føroyingar – helst teir flestu – hava somu hugsan.

 

Hvat byggja fólk hesa trúgv á?

 

Øll hava sæð tann helvitis djevulskap, sum Russland hevur framt farnu árini. Ikki bara móti Ukraina (tað kunnu tveir djarvir føroyskir hermenn á frontinum fortelja um). Ikki bara móti russiskum andstøðingum. Ikki bara tá tað snýr seg um at offra egið fólk í krígnum (mett verður at ein millión russiskir menn antin eru deyðir ella illa særdir). Men eisini móti øðrum grannalondum. So øll vita, hvat russiska stýrið er ført fyri.

 

Eitt russiskt krígsskip og eitt “sivilt” tangaskip eru júst afturhildin av bretska hervaldinum. Tað hendi fáar dagar eftir, at russiska njósnaraskipið Yantar hevði roynt at blinda pilotarnar á einum bretskum eftirlitsflúgvara við lasarum beint við Skotland. Bretski verjumálaráðharrin kallaði hendingina “ábyrgdarleysa og vandamikla”.

 

Tað er beint nú.

 

Og Bretland er altso eitt stórt NATO-land, beint sunnan fyri Føroyar...

 

Hugsið um dronurnar í Norra og Danmark. Hugsið um KT-álopini.

 

Trúgvin á, at Russland einki ilt kann gera okkum, stendur sterk í Føroyum. Men fortreytin fyri henni er, at eyguni verða latin aftur fyri veruleikanum.

 

##med2##

 

Europa

 

Russar hótta við, at um Føroyar útiloka skipum, sum eru undir sterkum illgruna fyri njósning og sabotasju í Norra, so fara teir at steingja sín marknað fyri føroyskum fiski.

 

Soleiðis hóttu teir eisini, tá tann lutvísi havnastongsulin varð umrøddur. Men einki hendi, tá hann varð settur í verk.

 

Nógv vilja kortini nú geva eftir fyri hóttanini. Fólka- og Sambandsflokkurin vilja ikki so frægt sum, at okkara myndugleikar skulu fáa HEIMILD at útiloka umrøddu skipum. Vit skulu snøgt sagt binda okkum sjálv niður, so vit ikki kunnu handla.

 

Hendir hetta, fylgja vit ikki longur norsku og europeisku sanktiónunum. Vit fara solo. Vit fara eitt stórt fet burtur frá Europa, og eitt stórt fet nærri Russlandi.

 

Men vit eru ikki bara tengd at Russlandi búskaparliga. Okkara nógv størsti og nærmasti marknaður er hóast alt Europa. Hvør keypir t.d. fiskin, sum vit fiska í Barentshavinum?

 

Um vit – sum einasta land í Europa – taka hetta drastiska fetið fyri at tryggja atgongdina til russiska marknaðin, hvat kann so henda við europeiska marknaðinum? Viðhvørt kann eitt tilvitað val samstundis vera óætlað frával.

 

Vónandi endar kríggið heilt skjótt. Men endar tað ikki, mugu vit minnast til hetta.