Vilhelm Johannesen spurdi hvussu tað ber til, at deildir á Landssjúkrahúsinum ár undan ári verða stongdar í nakrar mánar hvørt ár.
Sámal Petur í Grund svaraði, at tað ikki er grundað á sparingar, men at soleiðis velur leiðslan á sjúkrahúsinum at leggja arbeiði til rættis, og tað fór hann sum landsstýrismaður ikki at blanda seg uppí.
Eg havi bara hug at fortelja Sámal Peturi, at tá sjúkrahúsið stongir deildir, verða fleiri av sjúklingunum skrivaði út til Heimarøktina at taka sær av, og eru hesir sjúklingar ofta sera røktarkrevjandi.
Hesi seinastu árini og serliga síðsta summar, hevur Heimarøktin ikki havt orku til at veita brúkarum í skipanini reingerð. Og nógv hevur verði tosað og skrivað um hetta óskil.
Hesi seinastu árini og serliga hetta seinasta árið er bíðitíðin eftir hjálpitólum frá Hjálpartólamiðstøðini longd við mánaðum. Og er eisini nógv tosað og skrivað um hetta óskil.
Eg spyrji bara, hvussu landstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum kann lata vera við blanda seg uppí, tá sjúkrahúsleiðslan velur at steingja deildir, sum ikki eru grundaðar á sparingar, og senda deyðasjúk ella avlamin fólk heim, sum bæði hava tørv á hjálpitólum, sum ikki er til at fáa fatur á, og hava tørv á sera nógvari røkt.
Eitt vita vit, at tað verða ikki tey sjúku og teirra avvarðandi, sum hava orku til at gera vart við støðuna, men hava kanska bert orku til at konstantera, at soleiðis er støðan.
Hvussu leingi skulu vit í Føroyum akseptera, at okkara veiku og sjúku vera viðgjørd á ein so mannminkandi hátt, tá tað ikki eru pengar sum mangla í hesum landið?