Samráðingarnar millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið, sum fyribils vórðu útsettar síðst í juni, verða nú tiknar upp aftur fyrsta dagin. Sáttmálin millum partarnar gekk út 1. juli. Lærarafelagið fer undir samráðingarnar við góðum treysti, og uppleggið er greitt. Lærararnir í Føroyum skulu ikki bert hava lut í lønarhækkingini, ið aðrir starvsbólkar fingu undir samráðingunum í vár.
- Aðrir starvsbólkar hava fingið lønarhækking fyri sama arbeiði. Øðrvísi er við lærarunum, tí teir hava við nýggju fólkaskúlalógini fingið álagt meiri arbeiði. Tí skal lønin svara til tær uppgávurnar. Vit kunnu ikki halda fram at góðtaka, at landsins myndugleikar ikki hava ráð at gjalda tað, sum nýggja fólkaskúlalógin kostar. Lógin krevur nógv av lærararunum, og er landsstýrið ikki sinnað at gjalda tað, sum hon kostar, taka vit neyðug stig, tí vit bíða ikki longur, sigur Elsa Birgitta Petersen.
Allir lærarar eru umflokkaðir eftir, at nýggja lógin kom í gildi, men forkvinnan í Føroya Lærarafelag metir ikki, at tað er nóg mikið.
- Lærarar, sum eru á lønarstigi 24-04, 25-04 og 26-04 fingu bert 300 krónur um mánaðin í part aftur fyri tey øktu krøvini lógin settir til teirra, men tað er alt ov lítið. Og hetta er ein stórur bólkur av lærarunum. Undir seinastu samráðingunum varð avtalað, at hesir skulu fáa eitt sindur meir næstu ferð, við næstu samráðing, sigur Elsa Birgitta Petersen.
At leggja ráð
Tíðin til ráðlegging og samstarv hjá teimum vanligu lærarunum er eisini eitt sera týdningarmikið mál, sum skal avgreiðast undir samráðingunum hesa ferð. Lærarafelagið hevur sett krav um, at tveir tímar um vikuna verða settir av til hesa uppgávuna. Tímarnir skulu takast pultstímunum. Leiðslurnar á ymsu skúlunum skulu eisini fáa meiri tíð til leiðsluuppgávur og meiri løn.
- Hetta skal ikki verða umfatað av generellu lønarhækkingini, sum lærararnir annars fáa. Nýggju starvsøkini, sum nýggja fólkaskúlalógin ásetur, skulu heldur ikki umfatast av generellu lønarhækkingini, men koma umframt. Fleiri lærarar eru undir víðarútbúgving fyri at røkja nýggju starvsøkini, men viðurskiftini skulu vera skipað, áðrenn teir fara í holt við at undirvísa, sigur Elsa Birgitta Petersen.
Hækking av pensjónini kemur eisini á borðið.
- Vit vilja hava eftirlønargjaldið hækkað. Sum er fáa sáttmálasettu lærararnir 13,5 prosent til eftirlønarskipanina, men vit krevja, at eftirlønin verður 15 prosent í alt. Umframt skulu tænastumenninir fáa gjaldið hækkað 1,25 prosent.
Dýrt at verða sjúk
Karensdagarnir hava verið ein dyggur smeitur hjá lærarunum. Alt bendir á, at karensdagalógin verður tikin av á tingi í næstum fyri øll fastlønt, og tí fer Lærarafelagið ikki at brúka tíð uppá teir undir samráðingunum. Men forkvinnan í felagnum dylur ikki fyri, at tað kemur sera væl við, at teir fara í søguna.
- Tað hevur verið ógvuliga dýrt hjá lærarunum at verða sjúkir. Lærarar hava ikki sum onnur møguleikan at avspáka, og samstundis eru vit í einum arbeiði, har nógvur smittuvandi er. So er alla staðni, har nógv børn eru, sigur Elsa Birgitta Petersen.
- Vit fingu nakrar sáttmálafrítdagar, tríggjar í alt, og teir vilja vit fegin varðveita.
Forkvinnan í Føroya Lærarafelag og hini í nevndini fara undir samráðingarnar við góðum treysti og vóna sjálvsagt, at krøvini tey hava sett fram, verða eftirlíkað.
- Vit kunnu seta tiltøk í verk, um vit ikki fáa krøvini eftirlíkað. Eitt nú kunnu vit siga, at vit átaka okkum ikki nýggjar uppgávur, um vit ikki fáa løn ella tíð fyri tað. Lærararnir hava ivaleyst av arbeiðsbyrðum sum er. Fólkaskúlalógin er ein góður karmur um ein góðan skúla, um karmarnir verða fyltir. Men spurningurin er, um myndugleikarnir ikki hava skotið við ov stórari kanón, tá ið teir settu nýggju lógina í gildi. Lógin er í so víttfevnandi. Tað er lætt at sita í Havn og leggja til rættis og ímynda sær stórar skúlar, ið kunnu átaka sær nýggju uppgávurnar, men longu tá ið vit koma út á teir miðalstóru skúlarnar er trupult at arbeiða eftir lógini. Samstundis er ætlanin, at forskúlarnir skulu byrja. Í mínum hugaheimi er tað óðamannaverk at seta nakað nýtt í gildi undir fólkaskúlanum, tá ið pengar ikki eru til tað sum er, sigur Elsa Birgitta Petersen