Vit lova einki ? uttan seriøsitet og tjóðarbygging

Stundin er ikki komin til partapolitiskan sjálvdrátt í Føroyum. Stundin er komin til at loysa heilt grundleggjandi trupulleikar, so vit ikki enda aftur í hvirluvindunum og frumskógarlógini hjá ábyrgdarloysinum.

Minni enn 2 ár eru eftir til løgtingsval. Tveir mánaðir eru eftir til kommunuval. Og onkur væntar kanska eisini fólkatingsval, orsakað av Evru-atkvøðuni og stríðnum um innflytarapolitikk í Danmark.

Tí er tað kanska skilligt, at bæði andstøðu- og samgonguflokkar leita upp gamlar gøtur og nú fara at lova pengar til ymisk endamál. Minni skilligt er tað, at ósannar søgur um hóttanir verða sagdar at stýra landsins fíggjarpolitikki. Og harmiligt er tað, at vanligar samstarvssiðvenjur verða lagdar til viks.

Vónandi er hetta ikki tekin um royndir at draga sundur í eini tíð, har politiskt støðufesti er altavgerandi.

Vit skulu taka alla ábyrgdina av okkara landi og okkara búskapi. Búskapur okkara er í vanda fyri stórari ovurhiting. Eitt oljuleitingarvirksemi krevur at vit dubba okkum mentanarliga og sosialt.

Vit skulu skapa øllum økjum í landinum nútímans liviumstøður.

Vit skulu rætt og slætt leggja allan dent á sjálvstøðuga tjóðarbygging.


Fólkaræði ? ikki einaræði

Einar sjálvstøðugar Føroyar krevja eitt vælvirkandi politiskt fólkaræði. Tað merkir, at vit verða ongantíð samd um, hvussu samfelagið skal skipast hugsjónarliga, vinnuliga, mentanarliga og sosialt.

Um vit krevja, at allir politiskir flokkar og allir føroyingar verða samdir hugsjónarliga um tildømis skattapolitikk, vinnupolitikk, sosialpolitikk og mentanarpolitikk, áðrenn vit kunnu gerast sjálvstøðug tjóð, so tosa vit um diktatur. Og við hesum kravi hevði onki land verið sjálvstøðugt í verðini - uttan einaræðislond.


Skattapolitikkurin breiðkast

Tað er ongin ósemja um, at skatta- og avgjaldstrýstið eigur at lækka fyri tær lægru inntøkurnar. Men tað krevur, at hetta ikki bert gerst ein táta, ið verður uppetin í øktum innflutningi og inflasjón. Tað krevur eisini at vit hugsa skattapolitikkin í nógv breiðari samanhangi. Í dag verður vanlig arbeiðsinntøka hart skattað, meðan inntøkur av keyp og sølu av fiskiloyvum aliloyvum og øðrum sleppur undan. Ongin skattur er heldur á tí, at summi hava rættin til at troyta okkara felags tilfeingi.

Um vit fáa broytt hetta, so er tað bæði fíggjarliga og sosialt ábyrgdarfult at lækka skattin á arbeiðsløn.


Almanna- og heilsuverk endurreisast

Ongin er heldur ósamdur um, at okkara almanna- og heilsuverk skal endurreisast, eftir at tað hevur ligið í stórum ótryggleika undir heimastýrinum. Fólk vilja eisini uttan iva fegin gjalda sín skatt til eitt vælvirkandi almanna- og heilsuverk. Men tað eru ikki hóttanir um fleiri pengar, sum bjarga hesum. Bert seriøst arbeiði og fíggjarliga forsvarligar loysnir. Eisini eitt veruligt uppgávubýtið millum land og kommunur.


Tjóðarbygging ? ikki sjálvdráttur

Tí er boðskapurin greiður. Vit skulu ikki spæla gevarar av pengum, sum tann vanligi skattgjaldarin hevur goldið til at fáa eitt gott samfelag.

Vit skulu ikki lova nakað sum helst ? uttan seriøst arbeiði og eina veruliga tjóðarbygging. Sum hvílir á okkara egnu inntøkum og ikki útgjaring av pengum, sum kunnu verða burtur í morgin.

Annars eru vit við rúkandi ferða aftur á ferð í frumskógarlógina í føroyskum politikki.


Høgni Hoydal


.