Vit mugu fáa kabalina at ganga upp

Tað er ein misskiljing, at tey, sum skipa fyri ítróttardegnum skulu betala 80.000 krónur. Men talan er um serflutning og hann er dýrur, sigur Strandferðslustjórin

 

Skúlaítróttur




?Tey, sum skipa fyri skúlaítróttardegnum, skulu ikki betala 80.000 krónur. Men tað er dýrt at flyta børnini til og frá, so nakað skal betalast.

Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at Strandferðslan kann ikki gera seg sjálva til eitt sjálvtøkuborð, har fólk kunnu fáa serflutning til hetta ella hitt.

?Vit hava eina ógvuliga tronga fíggjarætlan og hon er løgd eftir teirri ferðaætlan, vit hava. Skulu vit so harafturat taka okkum av serflutningi av ymsum slagi fyri einki, standa vit eftir við einum undirskoti við ársenda, sum vit so mugu biðja landskassan um eykajáttan til.

Reidar Nónfjall sigur, at Strandferðslan tí er farin at herða treytirnar fyri serflutning av ymsum slagi. Tað ber í sær, at undirskotið av flutninginum skal fíggjast onkusvegna fyri at stovnurin skal fáa hildið fíggjarætlanina, sum hann hevur skyldu til.

Strandferðslustjórin sigur, at tað má metast at vera serflutningur, at flyta 600 skúlabørn úr øllum úr øllum landinum til Vágs og til Tvøroyrar til skúlaítróttardag.

?Hetta liggur uttanfyri ferðaætlanina og á vanligu fíggjarætlanini seta vit ikki pening av til serflutning. Hetta er tí eisini ein spurningur um eitt prinsipp um, at vit eiga ikki at gjalda fyri serflutning, sum liggur uttanfyri ferðaætlanina.

Hann sigur, at soleiðis sum brævið frá Strandfeðsluni til fyrireikararnar er orðað, er lætt at skilja tað soleiðis, at rokningin fyri hendan serflutningin er 80.000 krónur.

? Hetta er ikki so, men brævið skuldi verið orðað øðrvísi og tað er eitt mistak, sum vit mugu taka á okkum.

Brævið frá Strandferðsluni skal skiljast so, at tað kostar 80.000 tilsamans at taka sær av at flyta børnini til og frá ítróttardegnum. Hinvegin betala børnini ferðaseðlar, so nakað av inntøku er eisini. Men talan verður í øllum førum um eitt undirskot og millumrokningin, sum er munurin ímillum inntøkurnar og útreiðslurnar, skal so fíggjast onkusvegna.

Upp á standandi fót dugdi hann ikki at meta um, hvussu stór hendan eykarokningin fór at vera.

Karin Maria Thorsteinsson, sum er ein av fyrireikarunum á Tvøroyri, sigur, at Daniel P. Lamhauge, ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni, hevur síðani upplýst, at millumrokningin í sambandi við ítróttardagin verður onkustaðni ímillum 20.000 krónur og 30.000 krónur, sum fígging so skal finnast til.

?Tað ger tað sama um talan er um 20.000 krónur, ella um 80.000 krónur. Vit fáa onki gjørt við tað og sostatt stendur tað fast, at skúlaítróttardagurin í ár er avlýstur, sigur hon

Í fjør var hann eisini avlýstur. Tá var tað tí, at lærarnir sjálvir vóru í verkfalli.

Sí eisini greinina um at Strandferðslan krevur 80.000 krónur fyri at flyta slúlabørn til Suðuroyar