Vit mugu finna pengararnar

Heildarætlanin um at fyribyrgja harðskapi í familjum, má ikki detta niðurfyri.

Tað staðfestir Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna, sum eisini er limur í Fíggjarnevndini.

Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur biðið um 1,2 milliónir á fíggjarlógini fyri í ár til eina heildarætlan at fyribyrgja harðskap í parløgum og nærsambondum.

Hetta er ein ætlan, sum allir flokkar hava tikið undir við, men nú hevur Fíggjarnevndin einmælt samtykt at skarvað av játtanini.

Hendir, tað, dettur øll heildarætlanin niðurfyri, staðfestir Johan Dahl, landsstýrismaður.

- Ætlanin er ikki at seta fót fyri ætlanina, tí Fíggjarnevndin heldur, at hetta arbeiðið skal setast í verk, staðfestir Eyðgunn Samuelsen.

Men hon staðfestir samstundis, at nógvar sparingar eru á fíggjarlógini og fíggjarnevndin helt, at av tí at talan er um nýtt virksemi, var semja um, at játtanin kundi skerjast eitt sindur fyri at leggja varliga út.

At fáa 1,2 milliónir í einum til nýtt virksemi, er at taka rívan til.

- Kanska er ætlanin ikki nógv væl upplýst fyri fíggjarnevndini, tí nevndin ætlar als ikki at forkoma ætlanini.

Eyðgunn Samuelsen sigur, at verða avleiðingarnar av skerjngini so álvarsligar, at alt dettur niðurfyri, sum landsstýrismaðurin sigur, má fíggjarnevndin taka málið upp aftur við tí endamáli at finna pengarnar, sum mangla í.

Hon minnist ikki í høvdinum, hvussu nógv fíggjarnevndin hevur skarvað av ætlanini.