- Vit rukku ov stutt fram á vøllin

Hóast hann illa fær kravt meira enn tað sama av sínum spælarum, so helt Jógvan Martin Olsen, at verjuspælið hjá føroyska liðnum onkra tíð hevur verið betri, enn tað var við tey bæði fyrstu fronsku málini


Sochaux, Frakland: - Tað var sjálvandi ikki eftir ætlan, at teir skulu skora eftir somikið stuttari tíð. Men eg haldi, at okkara verjuspæl  bæði við fyrsta og næsta málið  er eitt sindur nølandi. Teir fáa pláss í borðinum, og so eru vit ikki nóg væl orienteraðir, tá bólturin kemur til handaru stong.
Soleiðis byrjaði føroyski venjarin, tá vit spurdu hann, hvørjir tankar fóru gjøgnum heysin eftir fyrstu knøppu 40 sekundini.
- Men í aðrar mátar haldi eg, at vit røktu verjupartin sera væl. Uppleggið var, at teir ikki skuldu kunnu brúka djúpu økini aftan fyri okkara bakkar, og tað eydnaðist rættiliga væl. Ikki minst, tá Henry og Saha mannaðu álopið. Tá Trezeguet og Anelka komu inn, søktu teir í nógv størri mun inn í vøllin, og tað gav okkum trupulleikar. Ikki minst, tí vit eisini høvdu nýtt sera nógva orku, segði Jógvan Martin.
 
Orkan rakk ikki
Fram eftir vøllinum skapti føroyska liðið tó lítið, og hetta hevði sína heilt einføldu orsøk, helt Jógvan Martin.
- Vit megna ikki at flyta fólkið fram. Hóast vit í Rógva hava ein spælara, sum næstan hvørja ferð fær stýrt bóltinum víðari, so fáa vit ikki nakað burtur úr hesum, tí liðið er ikki komið fram. Menninir arbeiða og arbeiða ótroyttiliga í verjupartinum, og tí er orkan snøgt sagt ikki til at arbeiða seg longur niðan á vøllin.
- Men tað hoyrir so eisini við, at franska liðið er ótrúliga gott. Teir spæla 100% kontrollerað alla tíðina. Bólturin verður koyrdur runt og runt, og vit sóu ongantíð tað allar minsta tekinið um panikk. Teir góvu snøgt sagt einki frá sær í so máta, og tá kemur eitt føroyskt lið altíð at fáa trupulleikar, segði landsliðsvenjarin.