Vit skuldu skamma okkum

Tað, sum hevur størstan týdning fyri okkum er, at málið verður loyst – hóast vit ikki dáma mátan

– Sum eitt vælferðarsamfelag áttu vit at skamma okkum. Tóra við Keldu, forkvinna í Megd, er bersøgin, tá ið hon lýsir støðuna, sum viðskiftafólk hjá Almannaverkinum eru komin í undir verkfallinum hjá Pedagogfelagnum.

 

Sum vit hava skrivað áður, fer Løgtingið í dag at viðgera eitt uppskot frá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni í arbeiðsmarknaðarmálum um at geva Almannaverkinum rætt til at gera av, hvørji undan skulu gerast frá verkfallinum á stovnum undir Almannaverkinum so at tað slepst undan, at lív og heilsa verður sett í vanda.

 

Samstundis hevur landsstýrismaðurin boðað frá, at í heyst fer hann at leggja eitt uppskot fyri Løgtingið við sama endamálið – men tað verður so galdandi fyri alla framtíð.

 

Les meiri her: Fara at skerja verkfalsrættin í allar ævir

 

Fakfeløgini hava lovað ilt, tí tey taka hetta sum eina roynd at skerja verkfalsrættin. Hinvegin hevur Megd, í fleiri ár, roynt at fáa partarnar at semjast eina skipan, sum skal tryggja, at nokk av undantøkum verða gjørd frá verkføllum hjá pedagogunum so at lív og heilsa ikki verður sett í vanda.

 

– Okkara fremsta ynskið hevur verið, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum sjálvir kundu funnið semju um eina slíka skipan, tí so hevði friður fallið yvir økið, sigur Tóra við Keldu. Men samstundis ásannar hon, at royndirnar hesi seinastu nógvu árini, eru, at fakfeløgini vilja ikki vita av eini slíkari skipan.

 

Og hon heldur, at sum eitt vælferðarsamfelag skuldu vit skamma okkum, at vit ikki kunnu semjast um eina skipan sum tryggjar at lív og heilsa hjá teimum, sum ikki klára seg sjálvi, ikki verður sett í vanda, og at fólk á bústovnum ikki verða rikin úr sínum egna heimi.

 

Tí sigur hon, at hon tekur undir við, at Helgi Abrahamsen leggur eitt uppskot fyri Løgtingið um hetta, so at tað verður loyst við lóg, hóast fakfeløgini ikki taka undir við tí. Hon sigur, at tað hóvar teimum ómetaliga illa, at málið verður loyst upp á hendan mátan, tí vandi er fyri, at tað fer at liggja og gnaga alla tíðina, heldur enn at partarnir samdust um eina skipan.

 

Men tey taka undir við málinum, tí tey siga, at tað einasta, sum hevur týdning fyri tey, er, at málið verður loyst. Vit mugu ikki undir nøkrum umstøðum, standa aftur í somu støðu um trý, fýra ár, táið samráðingar verða aftur, sigur Tóra við Keldu.

 

Men hennara staðiliga áheitan er framvegis, at partarnir seta seg saman og finna eina virðiliga semju, so at friður fer at valda um málið.