Vit skulu hava fría fosturtøku í Føroyum

ST vil hava okkum at endurskoða lógina um fosturtøku, so at føroyskar kvinnur eisini fáa fría fosturtøku

Fosturtøkulógin í Føroyum eigur at verða endurskoðað, so at eisini kvinnur í Føroyum fáa fría fosturtøku.

 

Hetta er eitt tilmæli hjá ST nevndin fyri kvinnurættindi, nú vit føroyingar hava verið í ST og greitt frá støðuni viðvíkjandi javnrættindum í Føroyum.

 

Nevndin vísir á, at Føroyar eru fjarskotnar. Tískil stúrir nevndin fyri, at av tí at frí fosturtøka ikki er er í Føroyum, er vandi fyri, at kvinnur og gentur, sum vilja hava fosturtøku, fara at seta seg sjálvar í óneyðugan vanda fyri at fáa fosturtøkuna.

 

Og  yvirhøvur eru føroyskar kvinnur fyri mismuni, eftirsum tær ikki hava atgongd til fría fostrutøku, akkurát sum kvinnurnar í restini av ríkisfelagsskapinum.