Fremsta endamálið hjá samgonguni við at gera eina nýggja fiskivinnuskipan, er ikki at gera eina góða og mennandi fiskivinnu í framtíðini. Endamálið er heldur at býta virðini í samfelagnum ímillum ymisk øki í landinum.
Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu, heldur, at tað er nettupp hesum hugsunarháttinum, at nýggja fiskivinnuskipanin er ov nógv merkt av.
Eysturkommuna ger nú eisini vart við seg, nú samgongan arbeiðir við eini nýggjar fiskivinnuskipan. Og tað gera tey tí borgarstjórin metir, at nýggja skipanin fer at fáa stóra ávirkan á Eysturkommunu og alt økið har á leiðini.
Borgarstjórin ásannar at tíðin er búgvin til eina nýggja fiskivinnulóggávu. Men hann heldur, at er endamálið at býta virðini javnari ímillum ymisk øki í landinum, ella er endamálið at útvega landskassanum inntøkur, eigur tað at vera gjørt við skattalóggávuni, og ikki einari fiskivinnulóggávu.
Hann ásannar eisini, at Eysturkommuna hevur heystað fruktirnar av, at uppsjóvarvinnan hevur gingið væl hesi seinastu árini.
Men tað hevur ikki altíð gingið væl, og verri tíðir koma heilt víst aftur, og tá koma vit at merkja tað væl í kommunukassanum, sigur hann. Men hann heldur eisini, at tað er í góðum tíðum sum hesum, at kommunan skal bjálva seg, so at hon hevur nakað at standa ímóti við, tá ið tíðirnar versna aftur
– Av royndum vita vit, at í kreppum, eru tað øki sum okkara, sum í høvuðsheitum liva av fiskivinnuni, sum vera serliga hart rakt. Hinvegin er miðstaðarøkið nógv betri fyri, tí har eru almennir stovnarnir miðsavnaðir, og teir tryggja eina javna inntøku, eisini tá ið tað gongur illa.
Uppskotið, sum nú liggur á borðinum fer at taka frá økjunum norðanfyri fyri at býta út aftur til miðstaðarøkið og onnur økir í landinum, sigur Jóhan Christiansen.
– Tað er neyðugt fyri alt Føroya land, at vit hava stórar og sterkar føroyskar fyritøkur, sum hava orku at gera nýggjar íløgur í vinnutól og virki, og á tann hátt menna og tryggja inntøkurnar til Føroyar í framtíðini, sigur Jóhan Christiansen.
Og hann heldur ikki, at samgongan skal avmarka kommunurnar uttanfyri miðstaðarøkið, nú inntøkurnar í uppsjóvarvinnuni eru góðar.
Hann heldur eisini, at nýskipanin snýr seg alt ov nógv um uppsjóvarvinnuna, sum gongur væl, heldur enn at hugsa meiri um teir partarnar av fiskivinnuni, sum ikki gangast so væl.