Vit skulu standa á tveimum beinum í Evropa

- Tað, sum nøkur sambandsfólk vilja, letur seg rætt og slætt ikki gera, tí soleiðis er verðin ikki skrúvað saman, sigur Jóannes Eidesgaard, Løgmaður

Føroyar og Evropa
 
-Tað, sum nøkur sambandsfólk vilja, letur seg rætt og slætt ikki gera.
Jóannes Eidesgaard vísir avgjørdur tí taktikki aftur, sum nøkur oddafólk í sambandsflokkurin vilja hava hann at hava í okkara uttanríkispolitikki.
Samgongan er samd um at Føroyar skulu søkja um limaskap í EFTA. Men samstundis hevur sambandsflokkurin gjørt Løgmanni greitt, at hann eisini skal taka upp samráðingar við ES um treytirnar fyri føroyskum limaskapi í felagsskapinum.
Sambandsfólk halda nevniliga, at EFTA er ikki nummar eitt hjá føroyingum.
- Vit skulu fara eftir tí besta og tað er limaskapur í ES, sigur Johan Dahl í aðrari grein i blaðnum.
 
Dømt at miseydnast
Men Løgmaður sigur, at hetta er ein taktikkur, sum er dømdur at miseydnast.
- Tað ber ikki til, at vit seta okkum at samráðast við ES um limaskap upp á kvamsvís. Tað skulu vit bara vita. Ongin kann seta seg at samráðast við ES um limaskap, fyri síðani at taka seg aftur í samráðingunum mitt í tilgongdini við teirri grundgeving, at vit vilja ikki vera limir kortini, vísa treytirnar seg at vera ov harðar.
- Soleiðis er verðin ikki skrúvað saman.
Jóannes Eidesagaard sigur, at skulu vit taka samráðingar upp við ES um limaskap, skal tað vera tí at vit meina tað í fullum álvara og veruliga vilja vera limir, tí samráðingar upp á kvamsvís fer ES ikki at brúka  tíð og orku upp á. Vit sleppa aldrin til samráðingar við ES, kunnu vit ikki prógva, at vit meina tað í álvara. At tað so kanska fellur á eini fólkaatkvøðu, er ein heilt annar spurningur.
- Tí er ætlanin hjá sambandsflokkurin ein taktikkur, sum rætt og slætt ikki letur seg gjøgnumføra.
Men samstundis ásannar Jòannes Eidesgaard, at í løtuni er ikki politiskur meiriluti í Føroyum fyri limaskapi í ES.
- Hvørki Fólkaflokkurin, Javnaðarflokkurin ella Tjóðveldisflokkurin taka undir við ES-limaskapi og tað ger ein partur í sambandsflokkinum kanska heldur ikki.
- Tì er als onki grundarlag fyri at biðja um samráðingar um limaskap, soleiðis sum føroyskur politikkur sær út í løtuni, leggur hann afturat.
 
Detta ikki niður ímillum
Tí heldur Jóannes Eidesgaard, at EFTA limaskapur er tað rætta fyri føroyingar nú. Men hóast Johan Dahl stúrir, er Løgmaður ikki bangin fyri, at Føroyar detta niður ímillum tveir stólar vissi EFTA sindrast um so er, at Noreg ella Ísland fara upp í ES.
- Tað er fiskivinnupolitikkurin hjá ES, sum forðar Noregi og Íslandi at søkja ES um limaskap, tí tey vilja ikki missa stýringina á teirra egna fiskivinnupolitikki. Tað er akkurát sama orsøk til, at ongin undirtøka er í Føroyum fyri limaskapi.
- Tann dagin, Noreg ella Ísland verða limur í ES, er tað tí, at ES hevur slept sentralu stýringini av fiskivinnupolitikkinum í Brússell og letur londini sjálvi umsita síni fiskiríkidømi.
- Og tá er væl eisini stundin komin til at Føroyingar fara at hugsa um limaskap í ES.
 
Tvey bein at standa á
Løgmaður staðfestir tó, at hóast vit ikki søkja um limaskap í ES enn, merkir hetta ikki, at vit hava avskrivað ES.
- ES hevur sera stóran týdning fyri Føroyar, tí tað er okkara týdningarmesti marknaður og sostatt skulu vit eisini hava gott samstarv við ES. Føroyar skulu nevniliga hava tvey bein at standa á í Evropa og tey beinini eru EFTA og ES. Vit skulu hava EFTA limaskap og so gott samstarv við ES sum tilber.
Tí tosa føroyingar støðugt við ES um betri samstarv og so seint sum í farnu viku var Løgmaður í Brússell og tosaði við ES myndugleikar um samstarv innan útbúgving og gransking. 
Hinvegin staðfestir Løgmaður, at tað hevur verið torført hjá Føroyum at koma upp í ES samstarvið um útbúgvingar, tí vit hava so leyst tilknýti til londini í Evropa.
- Tað er eitt øki, har limaskapur í EFTA kann slóðað fyri, umframt hinar fyrimunirnar, tað hevur fyri okkum.
Løgmaður sigur, at hann kundi hugsað sær, at vit fingu eina avtalu við ES, sum gav okkum tey fýra frælsini hjá hvørjum øðrum altso, at vit fáa ótarnaðan flutning av kapitali, vørum, tænastum og arbeiðsmegi ímillum  Føroyar og ES.
- Hetta er ein avtala, sum fleiri lond hava, uttan at vera limur, so tað eigur eisini at bera til hjá okkum.
Hinvegin hevur ongin sagt, at EFTA verður endastøðin hjá føroyingum, tí nógv lond, sum nú eru í ES, eru gomul EFTA-lond.
So er tað spurningurin um yvirtøkurnar: Ber tað til at verða limur í EFTA, uttan at fremja tær yvirtøkur, sum skulu til?
- Eg veit, at Sambandsflokkurin er ikki so heitur fyri yvirtøkum, men eitt, sum samráðingarnar við EFTA skulu vísa, er, um tað ber til at verða limur við tí fyrivarni at umrøddu yvirtøkur ikki eru framdar enn, sigur Jóannes Eidesgaard.
Les meir á síðu 5.