Oddabrak
Spenningurin er í hæddini í Vági undan oddabrakinum millum VB og Stjørnuna í dag. Vinnur VB dystin, eru tær at kalla meistarar, hóast nógv umfør eru eftir at leika. Tað verður mett ógvuliga lítið sannlíkt, at nakað av hinum liðunum kann taka stig frá annaðhvørt VB ella Stjørnuni, og tí hava innanhýsis dystirnir millum hesi bæði lið ovurhonds stóran týdning.
Full høll
Spurd um hon er samd við teimum, sum siga, at VB er meistari, um tær vinna dystin móti Stjørnuni, sigur Rannvá Augustinussen:
- Ikki heilt, tí tað eru nógvir dystir eftir at spæla, og um vit spæla, sum vit gjørdu móti VÍF herfyri, so kann alt henda. Men eg vænti, at dysturin móti VÍF var eitt eindømi, tí so illa spæla vit ikki aftur í vár, sigur Rannvá. Tá ið VB spældi móti VÍF í Vági, var um reppið, at tær snávaðu. Vestmannakvinnur vóru á odda stutt fyri leiklok, men í evstu løtu fekk VB tryggjað sær sigurin.
Rannvá Augustinussen sigur, at um VB skal vinna dystin móti Stjørnuni, er tað neyðugt, at verjan hjá teimum kemur at virka til fulnar í dystinum.
- Verjan skal verða góð, og vit skulu verða góðar til at renna aftur, tí tær eru góðar í skjótálopunum. Spælir málmaðurin eisini ein góðan dyst, so sær tað heilt gott út, sigur liðskiparin hjá VB.
Rannvá Augustinussen sigur, at ivaleyst verður høllin í Vági stúgvandi full til dystin í dag, og hon væntar, at tað ikki bara verða vágbingar, men eisini fólk aðrastaðnis úr oynni, sum koma til oddabrakið í Vági.