Vit sláa okkum til tols við tí sum vit hava

Fyribils hevur Varðin ikki ætlanir um at økja um virksemi á landi

Tað er stórur áhugi fyri at fáa tey í Varðanum í Gøtu at seta pening í íbúðarbygging, serliga í Havn. Tað sigur Jákup Jacobsen, stjóri í Varðanum. Men samstundis avsannar hann leysasøgurnar um, at Varðin skal hava keypt ein stóran íbúðarblokk í Havn.

– Vit fáa fleiri fyrispurningar um at vera við til at byggja bústaðir, men fyribils hava vit ikki tikið av nøkrum, sigur hann.

Hann ásannar eisini, at tað er nógv virksemi í landinum og tí er tað dýrt at byggja, men tað er ikki einasta orsøkin til at tey ikki gera fleiri íløgur í bústaðarbygging nú.

Hinvegin ásannar hann eisini, at nú er rentan í bankanum negativ og í so máta kundi tað verið lokkandi at gjørt íløgur í fasta ogn, tú nú kostar tað at hava pengar í bankanum.

– Men sum støðan er nú, er niðurstøðan, at vit skulu sláa okkum til tols við tað virksemi, vit hava og hugsavna okkum um tað, sigur hann í eini stuttari viðmerking.