- Vit spæla golf í Føroyum í 2019

Formaðurin fyri altjóða Oyggjaleikanevndina dugir ikki at síggja fyri sær, at Oyggjaleikirnir verða hildnir í Føroyum uttan golf

Jørgen Pettersen, sum er formaður í felagsskapinum International Island Games Association (IIGA), ið skipar fyri Oyggjaleikum, dugir ikki at ímynda sær Oyggjaleikir í Føroyum í 2019 uttan golf sum eina av ítróttargreinunum.


Ítróttarsamband Føroya hevur sent formliga umsókn til IIGA um vertsskapin fyri Oyggjaleikirnar í 2019, men ÍSF hevur í umsóknini tikið fyrivarni fyri, at í løtuni er ikki trygd fyri, at golf kann verða partur av Oyggjaleikunum.


Nevndin í IIGA og oyggjarnar, ið luttaka á Oyggjaleikunum, leggja vanligan stóran dent á, at golf er partur av Oyggjaleikunum.


Tá ið Jørgen Pettersson verður spurdur, um Føroyar kunnu hýsa Oyggjaleikunum í 2019 uttan golf, svarar hann soleiðis:

- Tað er ein hypotetiskur spurningur. Vit ganga út frá, at golf eisini verður partur av Oyggjaleikunum í 2019.


Men hvat sigur tú til, at ÍSF í løtuni ikki kann veita trygd fyri, at golf verða partur av Oyggjaleikunum í Føroyum?

- Vit rokna við, at vit fara at spæla golf á Oyggjaleikunum í Føroyum í 2019.

Jørgen Pettersson vil sostatt í løtuni ikki fyrihalda seg til møguleikan, at Føroyar kunnu hýsa Oyggjaleikum uttan golf sum eina av ítróttargreinunum.