Vit stríddust meira

Stórfavoritturin til heitið sum ársins spælari og nýkosni føroyameistarin, Adina Petrea, helt, at tað var stríðsviljin, sum tryggjaði Tjaldri FM-heitið

Hondbóltur

 

Tað er kanska ikki fyrr enn um vikuskiftið, komandi, at ársins hetta og hatta í føroyska hondbóltsheiminum verða kosin. Men tað er neyvan nakar sum helst ivi um, at Adina Petrea stendur rættiliga ovarliga í fleiri av atkvøðugreiðslunum.

Eftir sigurin, gullið og steypahandanina leygardagin fingu vit orðið á Adinu Petreu, sum aftur hesa ferð átti sín stóra lut í avrikinum hjá Tjaldri. Men heldur enn sítt egna avrik, tosaði hon um stríðsviljan, sum er á liðnum.

- Vit hava alla tíðina vitað, at skuldu vit vinna FM, so skuldu vit vinna á Stjørnuni, og tað er tað, sum vit støðugt hava stríðst fyri.

Í steypafinaluni fyrr í ár tóktist kropsliga styrkin hjá Stjørnuni at vera avgerandi, men Adina helt ikki, at hetta nervaði Tjaldur tað allarminsta, hóast tað nú bert vóru tríggir dagar millum finalurnar.

- Vit vildu vinna. Vit stríddust av øllum alvi, og so gloymir tú ofta møðina. Vit kunnu jú altíð hvíla okkum nú, tá dystirnir eru av, segði hon stórsmílandi.