Vit tora ikki til Serbia

The Dreams hava vunnið seg í finaluna í danska Grand Prixnum, men skuldu teir vunnið kappingina, so siga teir seg ikki tora til Beograd at spæla í europeisku finaluni

Ein dagin fyri nøkrum mánaðum síðani troppaði framleiðarin hjá the Dreams, Chief 1, upp við tveimum sjampanjufløskum. Ungu tónleikararnir í The Dreams skiltu ikki tað stóra av hesum og høvdu hug at spyrja, hvat var á vási.

Jú, Chief 1 hevði sent ein sang við The Dreams til upptøkunevndina fyri danska Grand Prixið, og The Dreams høvdu fingið fótin inn um.

- Vit vitstu einki um hetta. Ikki fyrr enn vit vóru slopnir við til kappingina. Tað var ein løgin kensla, men tá vit høvdu vant okkum við tankan, so var tað fínt. Eg haldi tó ikki, at vit sjálvir høvdu funnið upp á at sent ein sang til Grand Prixið, sigur Hans Edward Andreasen, sum er sangari í The Dreams.


Sum at spæla á Hálsi

Leygarkvøldið var The Dreams so á pallinum til danska Grand Prixið. Hetta var í seinnu hálvfinaluni, og átta sangir tóku lut. Av hesum átta sangunum skuldi helvtin veljast til at taka lut í finaluni í Grand Prixnum, sum verður tann 2. februar.

Og tað eydnaðist The Dreams at vinna seg fram millum teir fýra fremstu bólkarnar í kappingini.

- Tað gekk sera væl at spæla, og úrslitið var eisini gott. Hetta var tað, sum vit vónaðu, sigur Hans Edward Andreasen, og hann helt ikki, at tað var nakað serligt at spæla beinleiðis í donskum sjónvarpi.

- Nei, hatta var sum at spæla í høllini á Hálsi – tað var ikki nógv øðrvísi.


Serbiskur trupulleiki

The Dreams er nú komið eitt avgerandi stig víðari í danska Grand Prixnum, og um tvær vikur hava teir møguleikan at vinna donsku kappingina, og harvið koma til europeisku kappingina, sum í ár verður hildin í serbiska høvuðsstaðnum, Beograd.

- Vit hava prátað eitt sindur um hetta. Vit tora faktiskt ikki til Serbia at spæla, so eg veit ikki, hvat vit gera, um vit vinna kappingina. Kanska mugu vit bara geva avboð og lata onkran annan fara avstað, sigur Hans Edward Andreasen.

Bólkurin smæðist annars ikki við at seta sær stór mál. Tann 8. februar kemur eina fløga við teimum út í Danmark, og eftir tað ætla teir sær longur út í heim.

- Vit hava hava tikið Føroyar, nú verður tað Danmark, og aftaná taka vit heimin, sigur Hans Edward Andreasen.

Men bara ikki Seriba?

- Nei, ikki Serbia, Afghanistan og Irak.


Rópirockur úr Føroyum

The Dreams endaði sum høvuðssøga á heimasíðuni hjá Ekstrablaðnum eftir Grand Prixið leygarkvøldið. Har høvdu tey bitið merki í, at The Dreams úr Føroyum vóru komnir í finaluna í Grand Prixnum.

Yvirskriftin hjá blaðnum var ”Færøsk råberock i Grand Prix-finale”.

Og tónleikararnir í The Dreams kunnu fegnast um, at luttøkan í Grand Prix-finaluni fer at hava nógva umrøðu við sær, og tað er nakað, sum kann slóða fyri fyrstu útgávuni hjá teimum í Danmark, sum kemur beint eftir Grand Prixið.